Dopingroynir tiknar eftir steypafinaluna hjá monnum
Leygardagin 2. mars í 2019 í sambandi við steypafinalurnar hjá monnum kom dopingeftirlitið hjá ÍSF at taka royndir av leikarum.
Slíkar kanningar eru sjálvandi ófráboðaðar, og tað áliggur fyriskiparum og leikarum at fylgja teimum boðum, ið eftirlitisfólkini geva.
Flogbóltssamband Føroya fegnast um, at dopingeftirlitið hjá ÍSF ger so nógv burturúr kanningum og tí fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiðinum í hesum sambandi.
Tað er av alstórum týdningi, at føroysk ítrótt er rein og heldur seg til tær etisku leiðreglur, ið eiga at vera. Ein av hesum reglum er sjálvsagt, at doping eigur ongan lut í okkara stremban at náa hægstu ítróttaligu tindar.
Dopingroyndirnar, ið tiknar vórðu av flogbóltsleikarum eftir steypafinaluna hjá monnum, vóru allar negativar. Tað fegnast vit um og fara framhaldandi sum sersamband og ítrótt at gera alt fyri at halda fast í.
Okkara ítrótt skal vera rein, og eru vit altíð til reiðar saman við dopingeftirlitinum at tryggja tað.
Flogbóltssamband Føroya