Tilmelding til Dráttur-kapping fyri G/D 12 og Flogbørn 3

Góðu flogbóltsfeløg!

Vikuskiftið 6. og 7. februar 2020 skipar Dráttur fyri flogbóltskapping.

Orsakað av koronastøðuni hevur flogbóltssambandið  gjørt av, at kappingini verður fyri G/D 12 og Flogbørn 3.

GG: Kappingin hjá G/D 12 er samstundis steypakapping.
 

Bjóðað verður tí flogbørnum 3 og G/D12 at melda til kappingina.
 

Tilmelding á birita@sokn.fo skjótast gjørligt, so vit fáa skipað eina so trygga kapping sum gjørligt, og í seinasta lagi mikudagin 20. januar 2021.

Kostnaður kr. 200 fyri hvørt lið. Peningurin skal flytast á kontu 6460 – 153.925.8 í BankNordik innan kappingina.
 

Vit venda aftur skjótast gjørligt við upplýsingum um hvønn dag, liðini skulu leika.
 

Tað kann væntast, at tað verða somu avmarkingar til hesa kappingina sum til Silva kappingina, t.v.s., at tað bara eru leikarar og venjarar, sum sleppa at vera í høllini. Eingir áskoðarar verða loyvdir.


Við flogbóltskvøðu
Dráttur