Innbjóðing til Dráttur-kapping 1. og 2. februar 2020

Góðu flogbóltsfeløg

Vikuskiftið 1. og 2. februar 2020 skipar Dráttur fyri Flogbarnakapping.

Bjóðað verður flogbørnum 0 - 1 - 2 - 3  og G/D12 at melda til kappingina.

Eftir avgerð frá FBF skal G14 B-bólkurin spæla nýggja kapping, og hendan skal leikast í Dráttur-kappingini. Tískil kunnu liðini í G14 B-bólkinum, KÍF, B71, Dráttur b, Fleyr a og Fleyr b melda til kappingina eisini.

Tilmelding á birita@sokn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 24. januar 2020.

Kostnaður kr. 200 fyri hvørt lið. Peningurin skal flytast á kontu 6460 - 153.925.8 í BankNordik innan kappingina.

 

Vit venda aftur skjótast gjørligt við kunning um hvønn dag, liðini skulu leika.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll :)


Viðvíkjandi G14 B-bólkinum sigur FBF, at um so er, at okkurt felag ynskir at tekna lið til G14 B, sum ikki er við í B-bólkinum og heldur ikki í A-bólkinum, er tað í lagi. 


Við flogbóltskvøðu
Dráttur

 

Myndin er frá Dráttur-kappingini 2011:
G12 nr. 1 TB a, nr. 2 Dráttur og nr. 3 TB b