Úrslit og dystarfrásagnir frá hálvfinalunum í steypakappingini

Hálvfinala í steypakappingini, kvinnur:
Fleyr – KÍF 3-0 (25-18, 25-16, 25-22)

Fleyr var favorittur undan dystinum ímóti KÍF í hálvfinaluni hjá kvinnum, og tað livdu tær upp til so dyggiliga. 

Fleyr greitt omaná
Tvey tey fyrstu settini blásti Fleyr KÍF fullkomiliga um koll. Vit sera sterkum álopsspæli serliga á miðjuni við Sarah Tyler og Súsonnu S. Ludvig á odda, var KÍF alla tíðina aftanfyri og undir trýsti. Og tá ið so Hanna Iansdóttir sum hevari fleiri ferðir snýtti alt og øll, tá ið hon legði bóltar yvirum heldur enn at heva til viðleikararnar, tóktust KÍF kvinnurnar máttleysar.  Settini bæði fullu tí greitt til Fleyr.

Løtan hjá KÍF
Í øðrum setti beit KÍF rættiliga frá sær, og tær kunnu iðra seg, at tær ikki tóku settið, tá ið tær høvdu møguleikan. Men tær vóru ov lítið avgjørdar, tá ið tær høvdu 2-3 stig í leiðslu, og Fleyr skal ikki hava nógvar slíkar møguleikar, so smekka tær til. Fleyr vann seg framum 22-20, og lótu eftir tað ikki KÍF koma nær aftur, og vunnu dystin tá ið samanum kom trygt 3-0. 

Helena S. Hansen – stjørnuskotið hjá Fleyr
Undan dystinum misti Fleyr Hannu A. Olsen, sum skaddi sær knæið. Ein stórur missur, men inn fyri hana kom bara 17 ára gamla Helena S. Hansen. Og hóast tað vóru miðjurnar hjá Fleyr, sum í hagtølunum stóðu seg best, so var tað unga Helena, sum stendur sterkast eftir í minninum. Tað er ikki lætt at koma inn í so avgerandi dysti og skula vera ein av berandi kreftunum. Men tað megnaði Helena til fulnar, so tá ið fyrstu nervarnir vóru spældir burtur, stóð hon ikki aftanfyri nakra av hinum. 

Hon verður heilt sikkurt ein at halda eyga við í føroyskum flogbólti í framtíðini.
 



Hálvfinala í steypakappingini, menn:
ÍF – Fleyr 3-0 (25-20, 25-17, 26-24)


Undanroyndin til hálvfinaluna millum ÍF og Fleyr var í landskappingini hóskvøldið í Havn, tá ið ÍF vann greitt 3-1. Í dag var tað enn greiðari. 

ÍF vísir klassan
Tvey tey fyrstu settini vóru menninir í ÍF alt ov sterkir til Fleyr. Trýstið á servuni, blokkurin, smashini hjá serliga Vukasin og yvirhøvur alt samalt var bara ein klassa omanfyri. Í grundini spæl, sum eigur at fáa øll hini at ristast í brókunum, tí eitt ÍF-lið, sum er so væl fyri, verður ómetaliga torført at syfta. Og tá skal verða lagt afturat, at ÍF hevði ikki alla manningina við í dag fyri koronu. 

Fleyr átti at havt skapt spenning
Eftir at hava verið heilt og aldeilis niðri í posanum hjá ÍF, reisir Fleyr seg í 3. settinum. Teir eru fyri fyrstu ferð í dystinum við og enntá frammanfyri tað mesta av tíðini. ÍF rennur aftaná, men ikki nógv, og tá ið Fleyr tekur fyrsta time-outið, er støðan 16-16, og leiðslan er mist.

Men Fleyr svarar aftur og hevur allar møguleikar at vinna settið, tá ið teir eru frammanfyri 23-20 og havnarmenn tykjast rættiliga at hava skelkað ÍF. Men tað er nokk sigandi um ÍF sum lið, at júst hesa løtuna grava teir djúpt. Vinna onkran blokk, leypa avgjørdir á, og bjarga onkrum bólti úr gólvinum so alt í alt endar dysturin 26-24 við einum dundur-smashi hjá Vukasin, sum ígjøgnum allan dystin stóð sterkastur millum sterku liðfelagarnar. 

ÍF skal sum so mangan fyrr spæla steypafinalu, og longu nú mugu teir liva við, at teir hava ein favoritt leiklut.
 



Hálvfinala í steypakappingini, kvinnur:
SÍ – Dráttur 3-0 (25-17, 25-17, 25-18)


SÍ-maskinan er væl smurd!

Tá ið SÍ fer á vøllin borgar tað altíð fyri spæli á høgum tekniskum stigi, fáum villum og sterkum liðanda. Í Juliu Kuvshinova hava tær so eisini helst besta smasharan í Føroyum. Alt í alt ein vinnarauppskrift umframt ein bonk, sum er serstakliga sterkur. 

Dráttur royndi
Tað var fyri tað nógva mótbrekka hjá Drátti. Tær lógu undir alla tíðina í 1. og 2. setti, royndu at bíta frá sær onkrar løtur, men tað var ongantíð spenningur í. 3. settið var tað besta hjá Drátti og fram í hálvt settið, vóru tær fult á hædd við SÍ. Men so fall alt saman aftur, og SÍ vann seg eitt fitt petti framum. Ein leiðsla sum tær ikki lótu frá sær, og tað var tað hjá Drátti. Tær taptu 0-3 við settunum 17-25, 17-25, 18-25.

Spennandi finala!
Tað verða tvey tey bestu liðini í Føroyum, sum bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum. SÍ er í toppinum í landskappingini, har tær hava verið alla tíðina. Fleyr er í stórformi og vinnur alt, sum fyri er júst nú. Sína hálvfinalu vunnu tær greitt á KÍF, so finalan kundi í so máta ikki verið betri. 

Tað eru tvey rættiliga ólík lið, sum møtast í finaluni. SÍ við sínum ómetaliga trygga spæli, men sanniliga eisini við biti í álopinum og so sjálvandi mest vinnandi venjaranum í Føroyum, Rajko Petrovic. Fleyr við eini miðalhædd, sum er væl hægri enn tann hjá SÍ og blanding av tilkomnum, royndum leikarum og ungdómi og spennandi venjara úr USA. SÍ skal stýra út um sterka blokkin hjá Fleyr, og Fleyr skal bróta niður sterku spælskipanina hjá SÍ. 

Tað verður spennandi leygardagin 26. februar í høllini á Hálsi. Steypavinnarin hjá kvinnunum í 2022 er eitt sera gott lið, tí tað hevur annaðhvørt vunnið á SÍ ella á Fleyr.
 



Hálvfinala í steypakappingini, menn:
Mjølnir – SÍ 3-0 (25-20, 25-23, 25-22)


Tað besta til seinast!

Mjølnir og SÍ hjá monnunum spældu bestu hálvfinaluna á degnum. Frammanfyri nógvum og lívligum áskoðarum vístu liðini bæði kraft og vilja. Tað var heilt týðiligt, at tey vildu í hasa steypafinaluna.

SÍ beit frá sær
Mjølnir var favoritturin. Og tað livdi liðið fult upp til í fyrsta settinum, har SÍ hevði leiklutin at minka um munin, men ongantíð kom so nær, at teir hóttu Mjølnir av álvara. Tað sá einki út hjá SÍ, men ungu sørvingarnir vildu ikki leggja seg, og í øðrum setti var lagið heilt eitt annað. SÍ beit rættiliga frá sær og spældi fult upp til Mjølnir, sum ikki rættiliga visti, júst hvussu teir skuldu loysa uppgávuna. Teir sluppu líkasum ikki av við SÍ, sum eisini var frammanfyri til tíðir. 

Besta løtan allan leygardagin var endin á 2. setti, tá ið SÍ otaði seg heilt upp at Mjølni, og tað kundi fara báðar vegir. Men Mjølnir er ikki verandi meistaralið av ongum, og settbóltin bankaðu teir í gólvið og tóku harvið eisini týdningarmiklu leiðsluna 2-0. 

Røttu finaluliðini
3. settið gekk eftir vild hjá Mjølni, hóast tað kom nakað av einum endaspurti frá SÍ, sum eins og í 2. setti ikki legði seg niður, men spældi fyri møguleikanum. Slagstyrkin hjá Mølni var tó ov sterk og fjølbroytt. 

Steypafinalan stendur eins og síðst ímillum Mjølnir og ÍF, sum eru sterkastu liðini í Føroyum júst nú. Fyri eini viku síðan hittust júst Mjølnir og ÍF, og tá lá ÍF akkurát omaná í sera spennandi 5-settara. Vit satsa uppá, at tað aftur verður ein 5-settari um 14 dagar, tá ið steypafinalan verður leikt í høllini á Hálsi. So mugu Mjølnir og ÍF bara gera av, hvør liggur omaná.