Steypafinalurnar 2021: Eingin atgongumerkjasøla hjá teimum vaksnu:

Steypafinalurnar í ár verða serligar. Tíverri verður tað avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu koma inn at hyggja. 

Tað hevur við sær, at liðini í steypafinalunum í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum hava fingið atgongumerki sendandi til síni viðhaldsfólk. Hetta er dysturin kl. 13.30 millum Drátt og SÍ og dysturin kl. 16.00 millum ÍF og Mjølnir. Kvinnurnar hjá Drátti og SÍ sleppa at vera áskoðarar til mansfinaluna. FBF samskiftir beinleiðis við hesi feløgini um mannagongdir. 

Tíverri er ikki rúm fyri, at viðhaldsfólk hjá hinum feløgunum kunnu koma við. 

Vónandi verður hetta fyrstu og síðstu ferð, vit mugu hava hesar avmarkingarnar. 

 Tað verður eingin leysasøla við dyrnar til steypafinalurnar hjá kvinnunum millum Drátt og SÍ og hjá monnunum millum ÍF og Mjølnir. Fólk við ongum atgongumerki sleppa ikki inn og kunnu ikki keypa atgongumerki við dyrnar. 

 

Steypafinalurnar hjá yngri deildum

Til steypadystirnar hjá yngru liðunum verður atgongumerkjasøla við dyrnar. Til ber at gjalda við reiðum peningi ella korti. Allir áskoðarar verða skrásettir við navni og telefonnummari.

 

Inngongdirnar eru í sunnara endanum á høllini. Tað er har, ið vanliga verður gingið inn, tá ið steypafinalur eru. Áskoðararnir hjá tykkum verða leiddir til júst tykkara sitipláss. Sí niðanfyri:

 

Leygarmorgun: 

Mjølnir: Sitipláss við endan sunnanfyri (tættast við inngongdina)

Dráttur: Sitipláss við endan norðanfyri  (longst frá inngongdini)

B71: Sitipláss á langsíðuni

 

Leygarkvøld:

SÍ: Sitipláss við endan sunnanfyri (tættast við inngongdina)

Ternan: Sitipláss við endan norðanfyri  (longst frá inngongdini)

Fleyr: Sitipláss á langsíðuni

 

Sunnudag:

SÍ: Sitipláss við endan sunnanfyri (tættast við inngongdina)

Fleyr: Sitipláss við endan norðanfyri (longst frá inngongdini)

TB: Sitipláss á langsíðuni

 

Aðrir áskoðarar: Sitipláss á langsíðuni