EM kapping í kavaflogbólti - føroyskt uppfinning?

Danska blaðið BT hevur eina grein um EM í "kavaflogbólti", sum verður í mars mánaði, tá 10 ár eru liðin, síðani kavaflogbóltur varð leiktur á fyrsta sinni, skrivar blaðið. Hetta var í eysturrísku alpunum. Greinin kann lesast her.

Men at tað verða 10 ár í mars, at kavaflogbóltur varð leiktur á fyrsta sinni, er tó ikki heilt rætt, tí myndirnar á hesi síðu eru frá mars mánaði í 2006, har G16 + G7 hjá Fleyr eru farnar út í kavan at spæla flogbólt - kavaflogbólt. 

 

Hervið hava vit óvísindaliga prógvað, at kavaflogbóltur er ein føroyskt uppfinning!:-)