Atgongumerki til EM í Póllandi

Til allar flogbóltsfjepparar!

Í ár verður EM í flogbólti hjá monnum fyriskipað í Póllandi. Júst Pólland er millum allar fremstu lond í heiminum í flogbólti. Men tá ið tað kemur til at fyriskipa stórar kappingar og skapa framúr umstøður kring hesar kappingar, er tað eingin, sum megnar tað sum Pólland. So hetta er ein møguleiki, ið ikki eigur at fara framvið.

Atgongumerki eru til sølu nú. Her er ein leinkja til at bíleggja atgongumerki umframt kunning:
https://www.ebilet.pl/en/sport/sporty-druzynowe/siatkowka/

Nakrir føroyskir fjepparar hava longu nú bílagt atgongumerki. So takið av hesum fantastiska møguleikanum at síggja besta mansflogbólt í Evropa í dugnaligasta landinum at fyriskipa - Póllandi.

Men skundið tykkum. Atgongumerkini verða rivin burtur!

Vinaliga

Flogbóltssamband Føroya