EM landsliðið úttikið

Landsliðsvenjararnir Kristian Mikkelsen og Hjalmar Joensen hava úttikið teir 14 leikar, sum skulu umboða Føroyar í EM-kappingini í Luksemborg í døgunum 22. - 25. juni 2017.
 
Hetta er framhald av HM/EM kappingini sum var í Føroyum í mai í fjør, tá føroysku flogbóltskvinnurnar leiktu seg víðari til endaumfarið, sum nú verður í Luksemborg. Føroyska liðið vann tá á Írlandi og Liktenstein, men tapti 3-1 í fyri Kýpros. Men við at vinna 2. plássið, tryggjaði liðið sær rættindi at verða við í endaumfarinum.
 
Hini liðini í kappingini eru Luksemborg, Kýpros, Skotland og Ísland.
 
Liðið fer úr Føroyum mikudagin 21. Juni, og verður aftur 26. Juni.
 
Leikararnir eru:
 
Amager VK: Sofía Purkhús
 
Dráttur: Petra Sunadóttir Hansen, Sólgerð Henriksen
 
Fleyr: Anja Sonnadóttir Danielsen, Anna Sára Leivsdóttir Johansen, Esther Rasmussen, Magnhild Jacobsen, Óluvá Mohr
 
KÍF: Guðrun Lindenskov Joensen, Eyðrið E. Hansen, Sóley Poulsen
 
Mjølnir: Ása Fredriksberg

ÍF: Fríðgerð Høgnadóttir Hansen
 
TB: Inge Marie Rasmussen