EM-landsliðið farið av landinum
Kvinnulandsliðið er í dag farið av landinum ávegis til endaumfarið í EM-kappingini fyri smátjóðir í Evropa.
Í nátt verður gist í Keypmannahavn, og árla hósmorgunin verður farið til Luksemborg, har kappingin verður millum Luksemborg, Ísland, Skotland, Kypros og Føroyar. Íalt eru 15 lond í bólkinum.
Fyrsti dystur hjá Føroyum verður fríggjadagin kl. 12.00 føroyska tíð ímóti Kýpros, sum Føroyar taptu 3-1 fyri í kappingini í Føroyum í mai í fjør. Íalt skal føroyska landsliðið leika 4 dystir.
Dystirnir verða stroymdir á:
http://www.rtl.lu/sport/1047909.html
Leikararnir eru:
Amager VK: Sofía Purkhús
Dráttur: Petra Sunadóttir Hansen, Sólgerð Henriksen
Fleyr: Anja Sonnadóttir Danielsen, Anna Sára Leivsdóttir Johansen, Esther Rasmussen, Magnhild Jacobsen, Óluvá Mohr
KÍF: Guðrun Lindenskov Joensen, Eyðrið E. Hansen, Sóley Poulsen
Mjølnir: Ása Fredriksberg
ÍF: Fríðgerð Høgnadóttir Hansen
TB: Inge Marie Rasmussen
Venjarar: Kristian Mikkelsen og Hjalmar Joensen
Fysioterapeutur: Klæmint Isaksen
Liðleiðari: Elisabeth Purkhús