"EM-miðstøðin": Endaliga støðan í U19 EM

U19 EM 2018 fyri smátjóðir fyri kvinnur 29. apríl til 1. mai 2018 í Liktinstein.

Hesa síðuna kalla við "EM-miðstøðin", tí her hava vit leinki til úrslit, livescore og líknandi.

Alt viðkomandi fyri kappingina finnur tú á heimasíðinu hjá CEV her, t.d livescore, úrslit/støður, dystarskrá og hagtøl, sum m.a. siga, at Sára Maria Johansen var besti blokkleikari í kappingini við 8 vinnandi blokkum. 

Harafturat er ymiskt at síggja á Facebook-síðuni hjá Liktinistein her, so sum video frá dystunum og eisini henda vakra viðmerkingin frá einum av foreldrunum at tveimum av walisisku leikarunum: "My girls have been playing in the tournament and have said what a credit the Faroe Island team are. Really lovely, friendly team".

Endaliga støðan í kappingini:
Nr. 1 LUKSEMBORG 12 stig
Nr. 2 FØROYAR 9 stig 
Nr. 3 SKOTLAND 6 stig
Nr. 4 LIKTINSTEIN 3 stig
Nr. 5 WALES 0 stig