EM: Føroyar spæla um gullið sunnudagin kl. 17

Sunnudagurin verður avgerandi fyri føroyska U20 landsliðið.

Ein 3-1 ella 3-0 sigur á Luksemborg gevur 1. plássið, og tí hevur Flogbóltssamband Føroya avgjørt, at tað í dag verður ókeypis atgongd til dystirnar.

Klokkan 13 spældu Ísland og Skotland, har Ísland vann ein tryggan 3-0 sigur, sum merkir, at Ísland gjørdist nr. 3 í kappingini við trimun stigum og Skotland nr. 4 við tveimum stigum.

Harvið hava Føroyar í minsta lagið tryggjað sær silvurplássið í kappingini við teimum 4 stigunum, sum eru komin ímóti Íslandi og Skotlandi. 
Men við einum 3-1 ella 3-0 sigri á Luksemborg í dag, so vinna Føroyar gull! - Ein 3-2 sigur ella eitt tap merkir, at Luksemborg vinnur gull. 

Føroyar og Luksemborg spæla klokkan 17.00 og dysturin kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=TlwvOuBUTLA

 

Dysturin millum Ísland og Skotland kann síggjast umaftur her: https://www.youtube.com/watch?v=pBgaVP9NiBI