EM-kappingin hjá monnum útsett

Flogbóltssamband Føroya hevur boðið seg til at hýsa endaspælinum í EM hjá monnum fyri smátjóðir. Kappingin varð løgd at vera í døgunum 12. til 16. mai í høllini á Hálsi í Havn.

Tað vísir seg nú, at fleiri viðurskifti hjá teimum londum, sum annars høvdu teknað seg til kappingina gera, at vit hava fingið avboð. Hetta eru viðurskifti, sum vit onga ávirkan hava á.

Nevndin fyri smátjóðirnar í Evropa hevur tí gjørt av, at kappingin verður flutt til 3. – 7. oktober í 2019 ístaðin. Tekningarfreistin til kappingina er 15. apríl í 2019.

Hóast hesa seinking eru allar okkara fyrireikingar tær somu, og alt kring kappingina so sum upprunaliga ætlað. Tað merkir, at høllin á Hálsi verður riggað til eftir øllum altjóða krøvum, so sum gjørt hevur verið til EM-kappingar áður.

Venjarar hjá monnunum eru Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haraldstovu Petersen. Lýst verður aftur, nær fyrstu bruttovenjingarnar verða.

Útsetta kappingin merkir, at tilgongdin verður nakað longri enn um kappingin var í mai. Tað skuldi verið gott fyri endaliga úrslitið.

Flogbótssamband Føroya
Nevndin