Flogbóltssambandið og ERREA gjørt samstarvsavtalu

Tá ið U17 og U19 landsliðini hjá Føroyum í oktober leiktu NEVZA-dystir í ávikavist Danmark og Finnlandi, vóru kanska summi, ið løgdu til merkis, at hesi liðini fyri fyrstu ferð vóru í klæðum frá ERREA á og uttanfyri uttanfyri vøllin. Korona hevði gjørt, at vanligi klædnasamstarvsfelagin hjá FBF ikki kundi útvega klæði til hesi liðini. Tí varð heitt á ERREÀ um at klæða liðini til NEVZA-kappingarnar.
 
Hetta hilnaðist so væl, at FBF og umboðið hjá ERREA í Norðurlondum nú hava gjørt eina avtalu um at øll landsliðini, umboðsfólk, flogbóltsskúlin og onnur frameftir fara at brúka klæðir frá ERREÀ.
 
Umboð fyri ERREA og FBF hittust í morgin á Hotel Hilton, har hetta varð staðfest.
 
Innan flogbólt er ERREA eitt av heilt stóru klædnamerkjunum, og FBF gleðir seg til at lata føroysku leikararnar fara undir nýggjar kappingar í klæðum, sum eru serliga sniðgivin til føroyska flogbóltin.
Mynd: Beinir Kristiansen, stjóri í FBF, og Henrik Schiermacher, norðurlendskt umboð fyri ERREA, hava í morgun gjørt samstarvsavtalu