EuroVolley 2022 undankappingin: Filip Ilic og Nicola Toftegaard skaraðu framúr í hagtølunum
Á myndini eru Filip Ilic og Nicola Toftegaard. © CEV
Hagtølini frá undanumfarinum til EM-kappingina siga okkum, at summir av føroysku leikarunum standa heilt ovarlaga á listanum.
Fyri U18 dreingirnar liggur Filip Ilic úr ÍF á 7. plássinum fyri leikararnar við mest vunnum stigum; 43 fyri 4 dystir. Teir seks frammanfyri eru allir úr finalu-liðunum, Finnlandi og Danmark.
Filip eigur fleiri aðrar topp-plaseringar: Hann er á 7. plássi fyri bestu smassjarar, nr. 4 fyri bestu servarar og nr. 2, um hugt verður serstakt eftir servi-effektiviteti.
Á listanum yvir servumóttøkur er Silas Poulsen úr SÍ á 3. plássinum, har prosenttalið fyri perfektar servur var 26,44.
Á listanum yvir bestu blokkleikarar er Tóki í Haraldstovu úr SÍ á 8. plássinum. Frammanfyri hann eru bara leikarar frá finalu-liðunum, Danmark og Finnlandi.
Hanus Højgaard úr Ternuni er nr. 5 á listanum yvir hevarar við einum effektiviteti upp á 23,53 %
Øll hagtøl fyri allar leikarar síggjast her:
https://www-old.cev.eu/Competition-Area/Statistics.aspx?ID=1325
(vel 1st round NEVZA í dropdown-menuini)
--------
Hjá U17 gentunum er Nicola Toftegaard úr ÍF nr. 9 á listanum við flest vunnum stigum, 37 í tali. Fyri smassjarar eru Nicola nr. 7 við 30 smassjum. Og við 7 serviessum er Nicola nr. 8 á listanum yvir bestu servarar. Men sum móttøkuleikari er Nicola heilt uppi á 4. plássi, har prosenttalið fyri perfektar móttøkur var 14,29 %.
Ranja Magnussen úr TB er nr. 6 á yvirlitinum fyri hevarar við einum effektiviteti upp á 9,09.
Og so siga hagtølini eisini, at eitt sindur er at arbeiða við í blokkinum, tí har er Miriam Johannesen úr Fleyr okkara besta genta á 21. plássi við einum vunnum blokki.
Øll hagtøl fyri allar leikarar síggjast her:
https://www-old.cev.eu/Competition-Area/Statistics.aspx?ID=1326
(vel 1st round NEVZA í dropdown-menuini)