Eykaaðalfundur sunnudagin 27. september kl. 13.00
Til øll feløgini!
Kallað verður til eykaaðalfund í Flogbóltssambandi Føroya sunnudagin 27. september kl. 13.00 í ÍSF-húsinum.
vísandi til grein 7 e) í lógunum, verður heitt á feløgini at góðkenna, at vikið verður frá tíðarfreistunum, sum eru orðaðar soleiðis:
grein 4
b) Aðalfundurin skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, starvsnevnd, dómsnevnd og grannskoðara FBF’s og verða lýstur alment ein mánað undan aðalfundinum.
Grein 7
e) Eykaaðalfundur kann vera hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Hann skal vera lýstur við dagsskrá og í samsvari við aðalfundarreglugerðirnar.
Skrá:
- Velja orðstýrara
- Nevndarval – 2 uppskot til nevndarlim eru komin. ÍF hevur skotið upp Peter Holm, og KÍF hevur skotið upp Guðrun L. Joensen. Aðalfundurin skal staðfesta valið.
- Broyting í kappingarreglunum – orðing kring arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi hjá útlendskum leikarum.
Uppskot til til nýggjar ásetingar er lagt við her á PDF (klikk á). Broytingar merktar við bláum. - Ymist
Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya