Flogbóltssamband Føroya hevur sett stjóra
Virksemið hjá Flogbóltssambandi Føroya er økt munandi, og nógvar stórar og spennandi avbjóðingar liggja fyri framman.
Hetta setir stór krøv til dagliga virksemið hjá FBF, og í tí sambandinum hevur nevndin í FBF tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF. Starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað.
Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum og hevur hann m.a. verið meistari við ÍF, tá hesir á fyrsta sinni gjørdust føroyameistarar í 1989.
Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF fær nýggi stjórin sum høvuðsuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild.
Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum.
Beinir er byrjaður í starvinum í dag, 1. desember 2021.