Starvslýsing:
Stjóri til Flogbóltssamband Føroya
Flogbóltssamband Føroya leitar eftir nýggjum stjóra, nú verandi stjóri í næstum fer úr starvi.
Hetta er eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í eini ítróttagrein í stórari menning.
Í umsitingini hjá FBF starvast í løtuni eitt starvsfólk. Umframt ábyrgdina fyri skrivstovuni fært tú sum stjóri ábyrgdina fyri samskiftinum við starvsnevnd, venjarar, feløg, flogbóltssambond í øðrum londum og onnur altjóða sambond.
Tú gongur á odda við at skapa inntøkur fyri flogbóltin og at seta upp karmar fyri tey tiltøk, sum eru skipað av FBF.
Virksemið hjá FBF er vaksið nógv seinastu árini. Tí skalt tú sum stjóri standa á odda fyri at skipa arbeiðið og mynda leistin, nýggju uppgávurnar verða loystar í.
Sum stjóri hevur tú beinleiðis tilvísing til starvsnevndina í FBF.
Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir, fíggjarligt innlit, góð samstarvs- og samskiftisevir og hevur royndir at leggja langtíðarætlanir, sum verða fylgdar.
Starvið verður lønt sambært avtalu.
Freistin at søkja er 2. juni 2023.
Umsókn skal sendast til: Peter Holm, formann í Flogbóltssamband Føroya á peter@fbf.fo
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at skriva á peter@fbf.fo ella at ringja á 51 77 77.