Dráttur - Fleyr; fellur avgerðin í kvøld?
Sera javnt er millum oddaliðini flogbóltslandskappini hjá kvinnum.
SÍ er a odda við 42 stigum fyri 17 dystir, meðan Fleyr er nr. 2 við 40 stigum fyri 16 dystir, og Dráttur er nr. 3 við 39 stigum, eisini fyri 16 dystir.
Við einum 3-0 ella ella 3-1 sigri í kvøld kann Fleyr tryggja sær finaluplássið, men um Drátur vinnur, verður einki avgjørt fyrr enn leygardagin, tá seinasta umfarið í landskappingin verður leikt.
SÍ møtir tá Fleyr í Sørvági og Dráttur møtir TB á Giljanesi.
Avgerandi dysturin millum Drátt og Fleyr verður á Giljanesi í kvøld (mikukvøld) kl. 18.00.
FM finalurnar verða spældar í Høllini á Hálsi 24. og 26. mars.
Støðan fyri dystin í kvøld:
>Tabell<