Ferðafrásøgn frá Óla G: Fyrsti dystardagur

Ferðafrásøgn 3 -  Óli G skrivar

Hej nej Haløje Go dag HEY tit sum lesa!

So er triði dagurin, fyrsti dystardagur, farin í kav, og vit trappa niður eftir ein “renna aftur og fram dag.”

Leikarar og venjarar sita eftir við einari heldur blandaðari kenslu.

At vakna upp á einum olympiskum venjingaranleggi er, jú jú, fínasta slag.

Upp at gera tað sum skal, innan ein gongur leiðina niður og yvir til morgunmat, nom nom.

Fyrsti dysturin var gentur móti móðir Danmark, og har vóru tær val við, fyrst tí at onkur "spiónur" visti nógv um leikararnar hjá dønum - Gud viti hvør tað er. Tænke tænke..., so har kundi ein góður taktikkur leggjast, og móttøkurnar hjá dønum lógu hips sum haps vegna góðar servur frá okkara gentum, og tí kundu tær blokka danir. Tapa tíverri dystin, men eru rímiliga nøgdar.


Fyrsti dysturin hjá dreingjum var móti svium; huff høgir og góðir. Vóru fínt væl við og enntá javna til 1-1 í settum.

Yes, nú skulu vit halda áfram við sama støði, MEN hvat hjálpir tað, at sviar vísa okkum at annað settið var ein svipsari frá teimum, og pent sagt vinna trygt, og ja... PUNKTUM. Tapa stórt 3-1

Vit eru alt annað enn rímiliga nøgdir.

- Annar dysturin hjá gentunum var móti vertstjóðini Finnlandi, og har vóru tær føroysku væl við, um ein hugsar um tað finska støðið. Favorittar at vinna kappingina, men tær finsku fingu alt upp, sum bleiv pressað á tær. Men vit kempaðu hol á knæskinnararnar og meira, so ...

- Annar dysturin hjá dreingjunum var móti fyrrverandi tjóðarmóðir okkara Norra, og tað bleiv ein fínur dystur. Bæði liðini koyrdu á, og ongin slapp langt framum hitt liðið. !?&¤#% heldur fyri okkum, góðar servur og móttøkur. Vinna eitt sett, men tapa tepurt 3-1 so ...

Annars tit; góður matur, og tað var akkurát nokk til okkum í dag. Vit herja á at HEPPA á okkum sjálvi, og leikararnir eru stoltir av at umboða okkara tjóð.

Ein langur dagur er við at halla, og náttin er komin nær.

Vit fara at sova dagin í dag av okkum og vakna frísk til ein nýggjan flogbóltsdag í morgin. KOYRIÐ Á FØROYAR.

Her verður takkað fyri ein langa flogbóltsdag í NEVZA U19 kappingini í Finnlandi.

P.S.: Bæði liðini spældu í tí seinna dystinum, sum ein dreymur.