Ferðafrásøgn frá Óla G: Annar dystardagur
Ferðafrásøgn 4 - Óli G skrivar
Tjaaaa... jújú... soso... og alt hitt, sum manglar.
Dystardagur nr. 2 er við at enda, og tað er ein mega super duper undarlig tankahugsan, ein situr við.
Í dag var sindur minni hektist; upp hógliga og róliga, eftir at hava sovið sindur longri, eta (kaninføði) slat, egg, breyð, ost, skinku, kaffi, bláber, snert breyð við smøri, gurga og tomat, og so ikki at gloyma at jogg .... øøøøø nei, eg meini at eta jogurt.
Ein góður frískligur morguntúrur yvir til høllina, har genturnar skulu spæla fyrsta av tveimum dystum í dag. Fyrst sita og njóta ein 5-settara millum Finnland og Danmark, sum sikkurt verða tey bæði liðini í finaluni hjá gentum í NEVZA kappingini. Finnland vann 3-2.
So at njóta seinna dystin á degnum... Men halt kipp, nú mundi eg gloymt at fara og eta døvir, innan TÆR FØROYSKU genturnar spæla kl. 14 (12 í Føroyum), eta (aftur nú hugsa tit) góður matur, eitt sindur at velja millum. MUMS.
Gentudysturin í gongd, tær geva sítt besta, og allar sleppa at royna seg. Tapa 3-1, men sum Lars Engell segði, at tað bilti onki - skuldi møta Englandi aftur í morgin lige meget resultatet, tað var vigtigt, at allar sluppu at royna seg á bananum.
Eftir dystir fekk man prát við tað einasta føroyska foreldraparið, sum er við á ferðini. Fínt prát blívur tað altíð til millum føroyingar, ongan skund í dag, helt eg, men sindur av skundi var. Onkur var "tvangs-inlagdur/innløgd" at hyggja eftir onkrum ávísum dysti. Eg skilti onki, U19 genturnar høvdu jú akkurát spælt!
Men tað er ikki alt, ein skal skilja.
Taka tað sindur meira róligt eftir ein hektiskan dag, var doyligt, men ein kann missur í so skjótt tíðarkensluna, og so skuldi gerast skjótt av, men fyrst eitt sindur av nátturða - tit kenna taktikkin, MUMS, so at ganga til handils, men har var ein frá tí danska liðinum, sum hevði lánt eina súkklu frá økinum, og eg við tí !#¤%&/(¤%&%(at keypa, og so súkklandi heim eftir... skógar vegi, oman til tí stóru høllina, har ið gentur og dreingir spældu samstundis, og fáa livescore til tey, sum sóu stroyming á FB/Flogbóltstíðindir.
Dysturin hjá gentunum móti Íslandi var javnur; tað bleiv kempa um allar bóltar, góðar servur onkur góður blokkur var eisini, og servunar.
Geisturin var har, sum ein pápi hjá enska landsliðnum var glaður at síggja, hvussu tær føroysku genturnar vóru glaðar, tá ið tær spældu, sjálvt um tær høvdu tapt eitt sett.
Hann saknaði tað í flogbólti - at hava spæligleði.
Fínt at síggja, tapa fyrsta settið, men vísa so systurtjóð okkara, at í dag vóru vit stórasystir og vinna 3-1.
Dreingirnir spældu samstundis í somu høll, so ein kundi fylgja við í báðum og síggja ongan dyst.
Eisini móti Íslandi, um dreingirnir høvdu funnið sama støði, sum ímóti Norra, so høvdu teir vunnið á Íslandi, men tapa tíverri 3-1.
Har kom ein fyrrverandi flogbóltsspælari at heilsa uppá, sum hevur spælt í Føroyum fyri eini 15 +/- árum síðani, og eg var so heppin at banda eitt prát við hana, og tað verður sent í FlogbóltsBoxini seinni í vetur, millum kl. 17:00-18:00 fríggjadag.
Hesin dagurin er við at halla, og náttin komin nær, alt góði svøvnur kom krúpandi yvir okkum, og vit gera okkum tilreiðar at spæla kl. 07:00 og kl. 09:00 føroyska tíð sunnumorgun tann 26-10-2019. Vit kunnu ugga okkum við at sleppa at sova ein tíma longri í nátt.
Minst til at bera havastólarnar aftur - grannin hevur saknar teir í alt summar.
Takka fyri hendan leygardagin... snork, snork, zzzzz.
Flestu dystirnir verða útvarpaðir á FM1, sum hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 93,9; FM 95,5 og FM 98,7.