Ferðafrásøgn frá Óla G: Triðji dystardagur og heimferð

Ferðafrásøgn 5 - Óli G skrivar

Tjuuu hey.... tit!

So fór síðsti dagur afturum við flogbólti í Kuortana. Vit skuldu eitt sindur tíðliga upp ein sunnumorgunin - sikkurt í mun til hvat tey annars eru von við - onkur av teimum.

Og tit har heima upp at bryggja kaffi, tendra lurtitólið kl. 07:00, eftir at tit høvdu vakt hanarnar, huff huff.

Men takk fyri at tit eru so røsk at fylgja okkum, tykkara børnum, barnabørnum, systkjum, familju og vinum.

Tá ið hendan ferðafrásøgnin er tastað á mail, siti eg í HEL (Flogvøllurin í Helsingfors, (altso Helsinki)) umgirdur av einum 14 skermum + tað leysa.

Genturnar spældu móti Onglandi kl. 07:00, og tað var ein sindur svingandi dystur, sum tíverri verður taptur 1-3. Genturnar enda tó á 6. plássi útav 7 liðum.

Dreingirnir spældu eisini móti Onglandi, og har máttu teir bíða, tí at teir ensku dreingirnir skuldu fyrst spæla móti Íslandi kl. 09:00 og so kl. 11:00 ímóti Føroyum.

Tann fyrri dysturin hjá Onglandi bleiv ein 5-settari yvir 2 tímar, og so lítla hvíld, skifta spælitroyggju og herja á móti Føroyum.

Ein 4. settara bleiv tað til, og vit (ja, eg sigi vit) vunnu 3-1, og tað rakk so til eitt 6. pláss útav 7 liðum.

Tað var ein kaldur dagur, men fínur vetrardagur. Tað var byrjað at kava beint eftir dystin hjá dreinginum, men stilli.

So var klokkan nær við etingartíð, nam nam nam, ganga yvir til matarstaðið - kaninføði var sum altíð har, fiskur, kyllinga-manering, smáir kjøtbúffar, og so dessert, sum eg havi gloymt at sagt tykkum fyrr, sjokulada moussem og kaffi, te, heitt vatn (kumme vesi) og bláber djús.

Eftir matar-fimleikin var líka tíð at hoppa yvir til kamarið at partvís pakka eitt sindur (ja! Go morren), men at vaska klæðir, skifta, og so yvir at hyggja eftir bronsu- og finaludystinum.

Fínir dystir og nógv fólk sum hugdu. Nógv at liðunum vóru eisini og hugdu.

Tá ið klokkan var um hálvgum fimm, var myrkt úti - klokkan var jú flutt út í gongina.

Eftir finaluna var seremoni, medalju- og steypahandan + The Most Valuable Players + Gentu og Dreingja Dream Team, tíverri onki til Føroyar hesaferð, men vit koma, sum fiskurin, stert aftur.

Eftir tað, eitt sindur av góðum heitum døvir, og kom so í prát (ha, hvat, undarligt) við eitt finskt Íshokey gentu-lið, sum var komið til Kourtana at spæla ein landskappingardyst, og har hoyri eg hvussu nemt vit hava tað í Føroyum at fara til dyst. Tær fóru heimanífrá kl. 9:30 sunnumorgun, koyrdu í 4 tímar, dyst í 3 tímar, tað er effektiv tíð í Íshokey, steðga klokkuna uppá sekundið til hvørt floyt.

Tærr ótu so døvir, og uml. kl. 18:45 skuldu tær koyra heimaftur, 4 tímar í bussi.

Longsta strekkið tær skuldu brúka til dyst, var 10 tímar + dyst + 10 tímar koyring, huff huff, vit eru heldig í Føroyum, blink smíl.

So var tíð, eftir matin, at trappa niður, njóta lobby'ina. Har var deiligt, avslappingarsofur, fínt prát við pápar hjá leikarunum hjá Onglandi.

 - Tað var ein fitt sauna-løta, prát, hoppa í vatn, fyri fólkið rundan um liðið. Har var doyligt, hugnaligt, og mentan millum ymsu londini bleiv deild.

Alt í alt eitt fínt ítróttaranlegg at hava eina kapping í. So er at bíða og vita, hvar hon kemur at verða komandi árini, hvørjum landi og hvar í tí landinum. Kanska hon roterar millum lond. Livst, so fáa tit at vita frá onkrum, sum hevur fingið boðini frá onkrum, o.s.fr.

Upp uml. sama tíðspunkt, sum tá ið vit fóru úr Føroyum.

Bussurin var í gongd, og tað manglaði einans at fáa matin við. Morgunmatin - ein fittan sandwich, og so nokk av bananum til at metta eina heila koloni av apum. 

So komu vit til flogvøllin í Vaasa. At síggja hann í ljósi, WOW, sindur størri enn tann gamli í Føroyum, checka inn, ganga gjøgnum security, og so fáa at vita í bíðingarstólinum, at tað er yvirfylt, og um onkur kann flyta sína fráferð til eftir middagin.

So tí eri eg enn í HEL, og nú tá ið eg endi hesa frásøgn, eri eg á veg teir síðstu metrarnar til gate nr. okkurt og 30.

Eg ynski tykkum har heima ein góðan dag, og vit hoyrast og síggjast. 
 
Eg takki fyri meg og vóni, at smílibondini er strekt eitt sindur, tí at tann stytsti avstandurin millum tvey fólk er eitt smíl. :) 


Vinarliga
Óli G. Samuelsen