Finala um finaluplássið í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin kl. 13 verður satt flogbóltsbrak í Sørvági, har SÍ og ÍF fara at stríðast um finaluplássið í meistaradeildini hjá monnum.
Einfalt
Roknistykkið er einfalt: Vinnarin skal spæla FM-finalu ímóti Fleyr – taparin stendur eftir við ongum (við undantaki av bronsumedaljum, sum leikararnir í hesum førinum tó ikki fara at fegnast um, kenna vit teir rætt).
Støðan undan seinasta landskappingardystinum í ár er, at ÍF er á øðrum plássi við 30 stigum og SÍ hevur 29 stig. Vinnur SÍ 3-2, so enda bæði liðini á 31 stigum, men tá verður tað SÍ sum strýkur avstað við finaluplássinum, tí teir tá hava ein settmun uppá +14, meðan ÍF hevur +12.
Grein 12 g sigur:
Um javnt er í stigum, er hægstljóðandi settmunur avgerandi. Stendur eisini her á jøvnum, eru innanhýsis dystir bæði í innleiðandi umfarinum og í deildini avgerandi – íroknað bóltmun. Stendur enn á jøvnum, verður umdystur leiktur. Kappingarstjóri FBFs ásetur tíð og stað fyri hendan dyst.
Dysturin var upprunaliga ásettur at vera kl. 14, men er framskundaður til kl. 13.
Sjálvar FM finalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi 13. og 15. apríl.