Metstór luttøka: Útvið 900 børn til FK kapping í Havn

Tað grør um gangandi fót í ungdómsdeildunum í flogbólti. Nú FK kappingin verður í Havn um vikuskiftið, setur luttøkan met við 137 liðum. Tað merkir, at út við 900 børn og ung fara at spæla flogbólt um vikuskiftið.
 
Tað er einki nýtt, at ungdómsarbeiðið hevur avgerandi týdning fyri haldføri í øllum ítróttargreinum.
 
Skal kappingin mennast, er alneyðugt at seta tey ungu við, og tað skal helst gerast so tíðliga sum tilber.
 
Nú hevur FBF altíð lagt stóran dent á ungdómsarbeiði, og tí hevur áhugin altíð verið rættiliga stórur fyri flogbólti millum børn og ung, men síðan FBF setti danan, Peter Morell at hava ábyrgdina av ungdómsmenningini er verulig ferð komin á.
 
Tað sæst, nú FK kappingin fyri tær yngru deildirnar verður um vikuskiftið.
 
Har hava 137 lið boðað frá luttøku, og er tað met í føroyskum flogbóltshøpi.
 
Tá skipað var fyri kapping í Kollafirði í november, var luttøkan eisini góð, tí tá vóru 97 lið við, men nú, ein lítlan mánaða seinni, eru 137 lið við. Tað eru 40 lið fleiri.
 
Tað merkir, at út við 900 børn og ung fara at kappast í Havn um vikuskiftið, og tað er forsetin í Flogbóltssambandi Føroya sera fegin um:
 
- Tað sigur seg sjálvt, at vit eru ovurfegin um undirtøkuna. Fyri FBF hevur tað stóran týdning at vekja áhugan fyri flogbólti millum tey ungu, tí tað eru tey, sum skulu bera føroyskan flogbólt víðari. Tað var eisini orsøkin til at vit fóru í samstarv við Peter Morell um tað, sum vit í dag kalla Flogbørn. Málið var sjálvandi at síggja úrslit, men vit høvdu kanska ikki roknað við at síggja úrslit so skjótt, sigur Magnus Tausen.
 
Tað áhugaverda er eisini, at liðini koma úr øllum landinum. Fyrr var vanligt, at tað vóru tey “gomlu” feløgini sum sendu lið til slíkar kappingar, men nú legst til. Millum annað hevur Ternan seinnu árini javnan havt lið við til slíkar kappingar, og síðan høllin á Sandi var liðug, er eisini B71 farið undir skipaðan flogbólt.
 
FK kappingin verður í trimum hallum í Havn og í Hoyvík um vikuskiftið. Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini. Byrjað verður leygardagin klokkan níggju.