FK-Cup: 700 ung spæla flogbólt í Havn um vikuskiftið
Um vikuskiftið skipar Flogbóltsfelagið Fleyr fyri FK-Cup í teimum trimum stóru ítróttarhallunum í havn. Hesaferð luttaka 123 lið; av teimum eru 60 undir tíggju ár
Vikuskiftiskapppingar hava altíð verið partur av føroyskum flogbólti. Og tær allarflestu hava verið afturvendandi.
Um vikuskiftið verður ein á skránni, sum í øllum førum hevur verið afturvendandi í øgiliga nógv ár.
Tað er FK-Cup, sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipar fyri.
Hesi seinastu árini hevur undirtøkan verið rættiliga góð, og aftur í ár hava væl fleiri enn 100 lið meldað til. Heilt neyvt er talið 123, og umroknað merkir tað, at í minsta lagi 700 ungdómar fara at kappast í teimum trimum stóru ítróttarhallunum í høvuðsstaðnum.
Lena Hallgren er forkvinna í Fleyr, og hon fegnast um undirtøkuna:
- Sjálvandi eru vit glað um at so nógv hava meldað til, tí tað vísir, at áhugin fyri flogbólti er stórur.
Tað sum vit fegnast allarmest um er, at áhugin millum tey allaryngstu er so stórur sum hann er, sigur hon.
Og tað er nakað um tað. Av teimum 123 liðunum, sum hava meldað til, eru 60 í bólkunum yngri enn tíggju ár. Orsøkin til hetta talið er, at FBF hesi seinnu árini hevur gjørt nógv við flogbólt fyri børn, tað sum verður kallað Flogbørn, sum danirnir Anna Frederiksen og Peter Morell hava tikið sær av.
Undirtøkan til kappingarnar hesi seinastu árini hevur víst, at tørvur hevur verið á tí, og vónandi fer tað at síggjast aftur í talinum av vaksnum leikarum um nøkur ár.
Sum nevnt verður spælt í teimum trimum stóru hallunum í Havn og í Hoyvík; Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini.
Byrjað verður í Gundadalshøllini leygarmorgunin klokkan 8.30, har mansunglingar og G16 spæla. Gentur 12 byrja í Hoyvíkshøllini klokkan 9.00 og Flogbørnini byrja í Høllini á Hálsi klokkan 12 leygardagin.