Innbjóðing til FK-Cup 2017

Til flogbóltsfeløgini

Árliga FK-Cup fyri eldri deildir verður leygardagin 23. sept. 2017.
Lið, sum ikki luttaka í FM-kappingini, eru vælkomin at luttaka.


FK Cup fyri yngri deildir verður 11. og 12.nov.


Tilmeldingarfreistir til FK-Cup hjá teimum vaksnu skal verða Fleyr í hendi innan 15. september 2017 kl. 18:00.

Tilmelding skal sendast til teldupost: fleyr@fleyr.fo . Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum samstundis. Hetta hjálpir okkum almikið :-)

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Lena Hallgren telefon 21 25 80 ella senda teldupost til fleyr@fleyr.fo.

Luttøkutreytir:

Luttøkugjald: EIK liga: kr. 500,00 1. og 2. deild: kr. 350,00

Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460 – 179.646.3

Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu tilmeldingarfreistina (sama freist sum tilmeldingarfreistin), kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Eldri deildir: Luttakandi lið hava skyldu at hava dómarar til dystirnar í bólkunum. Harafturat verður heitt á leikararnar um at hjálpa til við at døma finaluumfør. Kappingin verður hildin í Høllini á Hálsi og í Gundadalshøllini. Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd. Vit miða eftir at skráin fyri kappingina er klár mánadagin áðrenn kappingarnar byrja :-)

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti. Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til FK-Cup 2017.

Við flogbóltskvøðu
Flogbóltsfelagið Fleyr