Skráin fyri FK Cup 2018; eldri deildir

Hey

Her er skráin fyri FK Cup 2018, eldri deildir, 22. september (PDF).

Allir dystirnir verða leiktir í Stórhøllini á Hálsi.

Nógv er, sum tað plagar, men okkurt er øðrvísi. 
Ístaðin fyri vanlig heiðursmerki, fáa vinnararnir, og tey sum gerast nr. 2, ein FK-Cup t-troyggju. 

Til ber at keypa mat og drekka í høllini/kantinuni, so depotini kunnu fyllast uppaftur, sum dagurin líður.

Vit gleða okkum at síggja tykkum leygardagin smiley

 

Vinaliga
Fleyr