FK kapping verið í allari Havnini leygardagin
Ungdómsflogbóltur hevur verið í øllum ítróttarhallunum í Havn í dag.
Fleyr er fyrireikari av FK-kappingini, sum í ár hevur met-luttøku.
138 lið vóru tilmeldað, og uppmøtingin hevur verið frálík, so stórt trýst hevur verið á hallunum. Serliga eru tað Flogbørn, sum hava havt stóra tilgongd frá øllum landinum, og Christina Nolsøe fyrireikari frá Fleyr gleðist um framgongdina í tilmeldaðum liðum, og at støðið er hækkandi.
Kappingin endaði um sjey-tíðina leygarkvøldið.
Kappast varð í Gundadalshøllini, Høllin á Hálsi og Hoyvíkshøllini. Roknað varð við omanfyri 900 luttakarum og spældir vóru umleið 475 dystir. Kappingin endaði um sjey-tíðina.
Her eru nøkur frá Level 0 og Level 1 frá FK-kappingini eftir lokna kapping.
Her eru nøkur frá Level 2 flogbørnunum frá FK-kappingini eftir lokna kapping.
Her eru nøkur frá Level 3 flogbørnunum frá FK-kappingini eftir lokna kapping.