Málið er at vinna greipuna, sigur Fleyr
Steypafinalan, kvinnur:
- Við tí støði, sum vit hava nú, ber ikki til at seta málið lægri enn at vinna leygardagin. Og málið er eisini at vinna FM-finaluna, har vit meira ella minni eisini hava tryggjað okkum pláss.
Venjarin hjá Fleyr-kvinnunum er ivaleysur, tá hann tosar um vánirnar í samband við steypafinaluna, sum hansara lið skal spæla móti føroyameistarununum úr Drátti.
Hóast tað júst eru verandi føroyameistarar, sum standa hinumegin netið, heldur hann so nógv um sítt egna lið, at hann vil hava fatur á steypinum og gullheiðursmerkjunum.
- Vit kunnu ikki annað, sum vit liggja nú. Vit hava spælt okkum í steypafinaluna, og vit liggja so langt fremst í landskappingini, at vit eiga at fara eftir øllum, sigur Kristian Mikkelsen.
Hann leggur tó eina við, at hann væntar at fáa ein javnan dyst, tí sjálvt um Dráttur tapti seinasta landskappingardystin móti KÍF fyri fáum døgum síðan, er talan um eitt gott lið, sum hevur sínar dygdir.
Breiður og góður hópur
Ofta er trupulleikin hjá venjarum, at teir hava avmarkað tilfeingi. Eisini í bestu deildunum.
Tað kann vera, at seks ella sjey leikarar eru sera góðir, meðan restin ikki hevur sama støði.
Men soleiðis er ikki hjá Fleyr í ár, sigur venjarin.
- Hetta er nokk tann breiðasti og besti hópurin, sum eg havi arbeitt við. Legg so tað afturat, at uppmøtingin til venjingarnar er heilt framúr, umleið 95%, og tað ger venjingarnar sera góðar og áhugaverdar. Bæði fyri leikararnar og fyri meg sum venjara, sigur Kristian Mikkelsen.
Mált yvir allan hópin, hevur hann eitt rættiliga ungt lið. Tveir leikarar nærkast 30, restin liggur frá 25 og niðureftir.
- Men tað merkir ikki, at talan er um óroyndar spælarar. Seks leikarar hava umboðað Føroyar í altjóða dystum, og eg eri vísur í, at fleiri av teimum yngru fara at gera tað í framtíðini, sigur hann.
Hevarin er bara 15 ár
Í flogbólti liggur ofta mest trýst, í øllum førum taktiskt trýst, á hevaranum, sum er spælskipari.
Tí eru tað vanliga teir eldru leikararnir, sum spæla teir týdningarmiklu dystirnar, tí tá er ofta brúk fyri royndum.
Men soleiðis er ikki hjá Fleyr í ár. Tær hava bara tann eina hevaran. Hon er bara 15 ára gomul og eitur Hanna Iansdóttir Biskupstø. Men tað órógvar slett ikki venjaran at hava ein so ungan spælskipara.
- Hon er ein fantastiskur leikari. Hon er skjót og hevur sera gott eyga fyri spælinum. So hon spælir, og tað er ikki tí hon er tann einasta. Hon spælir, tí hon er okkara fasti hevari. Trupulleikin verður so, um vit fáa ein skaða á tí økinum, men tað taka vit til ta tíð, um tað kemur, sigur Kristian Mikkelsen.
Nógvar finalur
Av tí at hon er so ung, sleppur hevarin hjá Fleyr at vera við í fýra steypafinalum um vikuskiftið.
Hon skal spæla við G16, U19, KU og Meistaradeildini.
Men tað er hon heldur ikki einsamøll um.
Saman við henni eru tað seks aðrir leikarar, sum skulu spæla fleiri finalur, og hóast tað fer at krevja sítt av teimum, heldur venjarin tað vera ein fyrimun fyri felagið.
- Tær spæla kanska ikki so nógv við meistaradeildarliðnum, men so fáa tær dystarvenjing á yngri liðunum, sigur Kristian Mikkelsen.
Seinnapartin leygardagin eru tær tó klárar til at tørna út fyri besta lið felagsins í eini roynd at vinna steypafinaluna fyri aðru ferð.