Flogbóltsfelagið Fleyr 40 ár í dag
Sosialurin skrivaði 22. Juni 1977 um nýggja ítróttarfelagið í Havn. Millum annað var hetta sagt í greinini:
“Ungir havnamenn eru gingnir saman og hava stovnað flogbóltsfelagið Fleyr. Hetta er fyrsta ítróttarfelag í Føroyum, sum er stovnað til einans at íðka flogbólt”.
Teir í stovnaðu felagið vóru kendu flogbóltsmenninir Gordon Ejdesgaard, Finnbogi Arge og Herman Lindberg.
Felagið er í dag millum stórstu flogbótsfeløgini í landinum, og stríðist í dag við ov trongar hallarumstøður, tí nøktandi venjingartíð er ikki til allar limirnar hjá felagnum. Felagið hevur seinastu árini havt stóra tilgongd av leikarum serliga í deildunum undir 12 ár, men vøkstur hevur eisini verið í hinum deildunum hjá felagnum.
Stovningardagurin var 4. Mai 1977.
Les greinina í Sosialinum fyri 40 árum síðani á PDF fílu her!