Innbjóðing til flogbarnakapping í Kollafirði 29. september 2018

Leygardagin 29. september 2018 skipar KÍF fyri flogbarna kapping í Kollafirði.

Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3 - G/D12.

Kappingin hjá G/D12 telur ikki við til FM. Ístaðin verður kappingin brúkt sum grundarlag at bólka liðini eftir til komandi FM kapping.

Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað, soleiðis at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.

Tilmelding á flogboltur@kif.fo í seinasta lagi mikudagin 19. september 2018.

Kostnaður kr. 200 fyri hvørt lið.
Peningurin skal flytast á kontu 9181 – 4972076 í Betri Banka

Við flogbóltskvøðu
KÍF