Flogbørn: Innbjóðing til FM kapping í Høllini á Hálsi í Havn 21. mars 2020 (við Corona-fyrivarni)

Fyrst eitt fyrivarni!
Hvussu støðan verður viðvíkjandi Corona-smittuni, tá kappingin verður, ber ikki til at siga nú. 

Avgerðin um møguliga at avlýsa kappingina liggur ikki hjá Flogbóltssambandinum, men hjá Ítróttasambandi Føroya og heilsumyndugleikunum. 

Vit halda tó framvegis, at vit skulu senda innbjóðingina út, og at feløgini skulu melda seg til kappingina, men vit gera vart við, at tað kann henda, at kappingin verður avlýst vegna Corona-smittuna. 

Kunnið tykkum vinaliga her á heimasíðuni ella á facebook-síðuni hjá FBF um støðuna, so hvørt sum kappingin nærkast. 





Flogbørn: Innbjóðing til FM-kapping í Høllini á Hálsi í Havn 21. mars 2020

Leygardagin 21. mars 2020 bjóða FBF og KÍF til FM-kapping fyri flogbørn.

Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3 - G/D12

G/D12 lið kunnu tekna seg til kappingina, hóast tey ikki eru millum 8 tey fremstu liðini.

Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað soleiðis, at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.


Vinnandi liðini fáa steyp og øll liðini fáa heiðursmerki.

Kappingin er ókeypis.


Tilmelding á flogboltur@kif.fo í seinasta lagi mikudagin 11. mars 2020.

Við flogbóltskvøðu
FBF & KÍF