Innbjóðing til óalmenna flogbarna-FM-kapping í Kollafirði 18. mars 2017

Leygardagin 18. mars 2017 bjóða FBF og KÍF til óalmenna FM kapping fyri flogbørn.

Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3
 
Eftir ætlan er skráin hendan:
kl 12.00 - flogbørn level 0 & 1
kl 14.15 - flogbørn level 2
kl 16.00 - flogbørn level 3
 
Dystarskráin verður løgd soleiðis, at TB klárar bæði norð og suður sama dag.
 
Til kappingina skulu hesi aldursmørkini haldast:
Flogbørn level 0 - 1. flokkur og yngri
Flogbørn level 1 - 2. flokkur og yngri
Flogbørn level 2 - 3. flokkur og yngri
Flogbørn level 3 - 4. flokkur og yngri
 
Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað soleiðis, at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.
 
Vinnandi liðini fáa steyp; øll liðini fáa heiðursmerkir.
 
Kappingin er ókeypis.
 
Tilmelding á flogboltur@kif.fo í seinasta lagi fríggjadagin 10. mars 2017

 
Við flogbóltskvøðu
FBF & KÍF