Vilt tú filma flogbóltsdystir?
Komandi kappingarár fara vit at stroyma allar lands- og steypakappingardystir í meistaradeildini hjá monnum og kvinnum og seta tí saman eitt toymi av fólki at filma dystirnar. Hevur tú áhuga fyri flogbólti og kameraarbeiði, kanst tú gerast partur av toyminum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir at filma tiltøk, men als ikki ein treyt. Vit hava professjonella útgerð og læra teg upp í at brúka hana.
Toymið filmar hvørja viku fleiri dystir. Dystirnir eru eftir vanliga arbeiðstíð, so hetta arbeiði kann lætt sameinast við skúla og annað arbeiði.
Dystirnir verða leiktir kring alt landið, men vit finna teg helst í nærumhvørvinum, har feløgini hava heimavøll.
Vit lata eina fasta og góða samsýning fyri hvønn dyst, umframt samsýning fyri møguligar ferðaútreiðslur. Mangan ber til at taka upp fleiri dystir sama dag og á sama stað.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Lenu Hallgren, samskipara, á tlf. 218766.
Send okkum eina umsókn skjótast gjørligt til fbf@fbf.fo og í seinasta lagi 15. september 2021.