Flogbóltspanelið á FM1 fríggjadagin 2. februar 2020

Fríggjadagin 2. februar var Birita S. Samuelsen í flogbóltspanelinum og greiddi frá Dráttur-kappingni, har 99 lið vóru meldað til. Eisini var prátað um dreingja-síðuna hjá Drátti. Tað hoyrist inni á in.fo her

Haraftrat hevði Óli G. Samuelsen eitt prát við Evu Winther Nagata, sum spælir college-flogbólt í kanadiska stórbýnum Vancouver. Tað hoyrist á in.fo her!


Eldri flogbóltspanel: 

17. januar 2020: Annfinn Joensen og Maja Henriksen um flogbóltsumstøðurnar í Sørvági


3. januar 2020: Magnus Tausen um flogbóltárið, ið fór
Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, greinaði saman við Óla G. Samuelsen á FM1, árið ið fór í flogbólti. 

20 desember 2019: Guðrun L. Joensen úr KÍF var gestur hjá Óla G. Samuelsen
Guðrun harmaðist vánaligu úrtøkuna hjá KÍF. 

13. desember 2019: Flogbóltsprát millum Óla G. Samuelsen og Jens Hera Bolstad Mortensen
Óli G. Samuelen prátaði við Jens Hera Bolstad Mortensen um leyst og fast - uttan filtur.

29. november 2019: Samrøða við hvítarussisku Alinu Adamenya
Óli G. Samuelen prátaði við hvítarussisku Alinu Adamenya, sum er leikandi venjari hjá Mjølni. Alina hevur áður spælt á hægri stigi í Hvítarusslandi, Finnlandi og Ungarn.

22. november 2019: Prát við serbisku Nikolinu Alter og Magnus Tasusen um at skipa leikskránna
Óli G. Samuelsen prátar við serbisku Nikolinu Alter, sum vann føroyameistaraheitið við bæði ÍF og Drátti í ávikavist 2003 og 2006. Eisini greiðir Magnus Tausen frá putlispælinum, tað er at leggja kappingina á hvørjum ári.

8. november 2019: Spádómar um landskappingina 2019/2020
Bjarni Larsen (ÍF) og Thorvald Danielsen (Mjølnir) mannaðu Flogbóltspanelið á FM1, har teir spáddu um, hvussu tað man fara at ganga í landskappingini hjá monnum og kvinnum, sum byrjar leygardagin 9. november. 

1. november 2019: Sandra Brunke, talentskóti fyri US Volley
Hoyrið samrøðu við týsku Sandru Brunke, sum í farna mánaði var til U17 og U19 NEVZA-kappingarnar sum talentskóti fyri US Volley, og í samrøðuni við Óla G. Samuelsen, flogbóltsreportara hjá FM1, útihýsir Sandra ikki, at ein føroyskur flogbóltsspælari kann fáa eitt ítróttarstipendiat í USA.

11. oktober 2019: Smálandakappingin fyri menn 
Hoyrið flogbóltspanelið, sum var á FM1 fríggjadagin 11. oktober, har Magnus Tausen og Jens Heri B. Mortensen vóru gestir hjá Óla G. Samuelsen, og evnið var smálandakappingin, sum var í Føroyum vikuskiftið frammanundan.

4. oktober 2019: Áðrenn smálandakappingina
Flogbóltspanelið hjá FM1 var sent úr høllini á Hálsi. Hoyrið samrøður við Jamie Salvin, skotskan dómara; Rúna Weihe, hjálparvenjara og Svein Tróndarson, tekniskan leiðara fyri EM-kappingina.

27. september 2019: Beinleiðis frá ítróttarhøllini á Giljanesi, har manlandsliðið vandi
Gestir vóru landsliðsvenjarin Bárður Bendix Mikkelsen og landsliðsspælararnir Jóhan Petur á Stongum, Suni Juul Pedersen, Oskar í Haraldsstovu Weihe og Tórir Højsted. Ringt varð eisini til formannin í FBF, Magnus Tausen, sum var á ráðstevnu hjá evropeisku flogbóltssamgonguni í París.