Venjingartíðir í flogbóltsskúlanum 24. august 2024

Hey tit

So fer flogbóltsskúlin aftur í gongd – vit gleða okkum at síggja tykkum øll 😊

Fyrsta venjingin verður leygardagin tann 24.08.2024 í Skúlanum á Fløtum í Havn.


Tit kunnu melda til við at senda tpost til fbf@fbf.fo og viðmerkja navn og aldur hjá tí íðkandi. 

Kostnaðurin er 900,- fyri alt kappingarárið. Gjaldið kann flytast á konto 9181-120.042.0 og viðmerk navn og aldur á íðkandi.


Øll eru hjartaliga vælkomin til venjing. Íðkarar eru vælkomnir at royna seg fram, hóast tey ikki hava meldað seg til, fyri at vita, um hetta er nakað, ið hevur teirra áhugað 😊

Kunnu tit vinaliga fáa hesi boð út til so nógv sum gjørligt?