Høllin klár til FM-brakið

Starvsfólkið í Høllini á Hálsi hevur longu gjørt høllina klára til FM brakið í kvøld, tá fyrsta umfar av flogbóltsfinalunum verður leikt.

Fyrsti dysturin byrjar klokkan 18.00 millum kvinnuliðini hjá Fleyr og KÍF. Í landskappingini hava liðini í ár leikt 3 dystir sínamillum, og av teimum hevur Fleyr vunnið tveir 3-0 og ein 3-1.

Seinni dysturin í kvøld verður ímillum ÍF og Mjølnir og byrjar hesin klokkan 20.00. Liðini hava í landskappingini leikt heilar 6 dystir ímóti hvørjum øðrum, harav ÍF hevur vunnið teir 4, meðan Mjølnir hevur vunnið 2. Fýra av dystunum eru endaðir 3-0, meðan tveir eru endaðir 3-1.


Dómarar í dystinum í kvøld verða Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen.

Seinnu finalurnar verða leiktar leygardagin - eisini í Stórhøllini á Hálsi.

Tá byrja kvinnuliðini klokkan 13.30, og mansfinalan verður klokkan 16.00.

Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, meðan KVF stroymir allar dystirnar.

Rás2 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 95,9 og FM 98,7.