Fleyr-venjarin: Væntar sær spennandi finalur
Flogbóltsfinala - kvinnur: Vit liva við leiklutinum at vera favorittar, men vit hava sera stóra virðing fyri kollfjarðarkvinnum, sigur Kristian Mikkelsen, sum tó verður vónbrotin, um steypavinnararnir ikki eisini standa við greipuni, tá hetta kappingarárið er av.
- Málið er heilt greitt hjá okkum. Vit fara eftir greipuni. Tað sigur seg sjálvt, tá vit liggja so langt fremst, nú grundspælið er liðugt, og bara finalurnar eru eftir. Men tá tað er sagt, fært tú meg ikki at siga, at talan verður um tveir lættar dystir.
Kristian Mikkelsen er diplomatiskur, tá hann leggur tekstin út, nú finalurnar í kvinnuflogbólti skulu spælast í hósdagin og leygardagin.
Hansara lið endaði grundspælið við 42 stigum, sum er 17 stig fleiri enn KÍF fekk. Og hann veit, at tað forpliktar.
Ikki løtt uppgáva
- Tað ger tað sjálvandi, tá man er so langt frammanfyri mótstøðuliðið í finaluni. Men talan er ikki um nakra lætta uppgávu, tí nú grundspælið er liðugt, verður alt 0-stillað undan finaluni, og tí hava vit slett einki at geva av, sigur Kristian Mikkelsen.
Fyri hálvum øðrum mánaði síðani, spældi Fleyr steypafinalu, sum endaði við 3-2 sigri til havnarliðið. Eisini tá var Fleyr favorittur, men tað gjørdist ikki so einfalt, sum tað kanska kundi ljóðað.
- Nei, tað var tað ikki. Vit byrjaðu tann dystin sera illa, og var tað ikki fyri, at okkara leikarar hava so góðan stríðsvilja, so taptu vit, sigur hann.
So galið gekk tað tó ikki, og júst tann eginleikin at koma afturíaftur, kann gerast lykilin til at vinna greipuna í ár. Ikki soleiðis at skilja, at Fleyr-venjarin ætlar sær at lata nakað frá sær við góðum.
- Málið er sjálvandi at vera til reiðar frá fyrsta bríksli, og so halda eitt javnt og hart trýst á KÍF, so vit vinna. Men um tað fer at eydnast, kann eg ikki siga nakað um. Hinvegin kann eg siga, at vit fara at gera alt fyri at vera til reiðar til dystin, og fyri at vera við, frá fyrsta brískli, sigur Kristian Mikkelsen.
Fult álit á liðnum
Hann er vísur í, at hansara lið hevur leikararnar til at vinna meistaraheitið.
- Tað eri eg. Eg havi fult álit á mínum liði, sum er gott og breitt. Vit hava royndar leikarar, sum kunnu bera nógv á sínum herðum, men vit hava eisini ungar leikarar, sum vísa, at teir hava dirvi til at bjóða av móti teimum royndaru, sigur venjarin hjá Fleyr.
Upp í tær seinnu telur hevarin hjá Fleyr, sum bara er 15 ára gomul. Ljós varð varpað á hana í samband við steypafinaluna, og tað verður tað aftur hesaferð.
- Hon ger einki einsamøll, men hon er ein fantastiskur leikari at hava við, sigur Kristian Mikkelsen.
Men saman við henni eru eisini aðrir leikarar, sum við landsliðsroyndum og drúgvum landskappingarroyndum skulu bera greipuna heim til stóra flogbóltsfelagið í høvuðsstaðarkommununi.
KÍF eitt gott lið
- Vit vita, at KÍF hevur eitt gott lið, og tær góvu okkum eisini ein skarpan gang í seinasta landskappingardystinum, sum vit leiktu í Kollafirði. Men hyggja vit eftir úrslitunum hjá teimum í ár, so síggja vit, at tær júst hava klárað seg sera væl á heimavølli og minni væl á útivølli. Tað skulu vit gera okkum dælt av, sigur Kristian Mikkelsen.
Um tað fer at eydnast, mugu vit síggja í teimum báðum finaludystunum, sum vera í Stórhøllini á Hálsi hóskvøldið klokkan 18 og leygardagin klokkan 13.30.