Dystarskráin fyri FM-finalurnar 2022:
Mikudagin 30. mars, hósdagin 31. mars og leygardagin 2. apríl
Leygardagin verður tó byrjað við finalu í 1. deild kvinnum millum Ternuna b og SÍ kl.13.
Fylg við, tá ið FM-finalurnar í Føroya Tele-deildini verða vístar beinleiðis á Rás í Televarpinum.
Byrjað verður at senda hálvan tíma áðrenn dystarbyrjan, har finalurnar verða umrøddar.
ℹ️Atgongumerki:
Til fyrru finalurnar, sum vera ávikavist í Klaksvík og Havn, hava heimaliðini heimadyst og krevja inn eftir sínum vanligu treytum.
Til seinnu finalurnar, sum verða í Høllini á Hálsi í Havn við taraflex-gólvi o.s.fr., er prísurin 100 kr. fyri báðar dystirnar við 16 ára áldursmarki. Tikið verður móti korti og reiðum peningi.
Byrjað verður tó við finalu í 1. deild kvinnum millum Ternuna b og SÍ kl.13 og er tann dysturin ókeypis.