Skráin fyri FM-finalurnar í Føroya Tele-deildunum 2023

Fyrru FM-finalurnar:

Kvinnur: SÍ – Fleyr
Í Kollafirði mikudagin 26. apríl 2023 kl. 19.30

Menn: Mjølnir - Fleyr
Í Klaksvík, hósdagin 27. apríl 2023 kl. 19.30

*Heimaliðini avgera sjálv kostnaðin í fyrru finalunum.
 



Seinnu FM-finalurnar:
Í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 29. apríl:

Kvinnur: SÍ-Fleyr kl. 14:00
Menn: Mjølnir – Fleyr kl. 17:00

Til seinnu finalurnar er kostnaðurin 100 kr. fyri báðar dystirnar (altso: tú fært tveir dystir fyri 100 kr. til samans).
16 ára gomul og yngri: ókypis!
 



Reglurnar: Vinna liðini hvør sín dyst  - sama hvat settmunurin er - so verður FM-heitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinna finaludystin.