FM-finalurnar 2016 Gentur 16: TB føroyameistari
TB - SÍ 3-1 (25-21, 18-25, 25-8, 25-23)
Aftast frá vinstru: Julia Mortensen, Halldis Michelsen, Inga Joensen, Sára Maria Johansen, Rakul Joenen, Jóhanna Stórhamar, Boljana Ivkovic, venjari.
Fremst frá vinstru: Jónhild Nybo, Lóa Farstad, Kristin Højsted, Súsanna Vestergaard.
So fór takið av høllini í Trongisvági - næstan!
Við fullari høll av áskoðarum vunnu TB gentur 16 í dag ein uppibornan sigur á SÍ – og rómurin var stórur. TB-liðið tapti fyri knøppum mánaði síðani steypafinaluna ímóti júst SÍ, men Kristin Michelsen, sum tá handaði steypið, segði, at á Tvøroyri skuldu teir geva SÍ skarpan gang.
Og Kristin fekk rætt!
TB kom best frá byrjan, og vann fyrsta settið 25 – 21, men í næsta settinum gjørdist úrslitið tað umvenda, og SÍ vann uppiborðið 25-18.
Men so setti TB allar kreftir inn í dystin og vann triðja settið so nógv sum 25-8, og nú varð roknað við, at SÍ var liðugt.
Men so var ikki.
4. settið gjørdis sera spennandi. Móti endanum var SÍ á odda 23-22, eftir at SÍ hevði verið omaná so at siga allan dystin, men Julia Mortensen úr TB gjørdi munin seinast í settinum. Við trimum sera skørpum og góðum servum, hevði hon stóran part í, at sigurin kom í hús í hesum settinum. – Sera væl servað og uttan av verða ávirkað av stóru áskoðarafjøldini og rungandi tónleikinum.
TB vann settið 25 – 23 og TB gjørdist føroyameistari í 2016.