3. flokkarnir: Kollafjarðar skúli Føroyameistari 2019

Mánadagin 25. mars 2019 gjørdist Kollafjarðar skúla føroyameistari í flogbólti fyri 3. flokkar.

Vinnarin varð funnin í Høllini á Hálsi, tá økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið.

Tilsamans vóru 143 børn við, sum vóru býtt upp í 35 lið.

Nr. 1. gjørdist Kollafjarðar Skúli
2. Skála Skúli
3. Sørvágs Skúli.
4. Skúlin á Løgmannabreyt í Hoyvík
5. Skúlin í Trongisvági
6. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík
7. Eiðis Skúli

Tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum.

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum og venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið, og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin.


Kollafjarðar Skúli - gull í skúlaflogbólti fyri 3. flokkar 2019


Skála Skúli - silvur í skúlaflogbólti fyri 3. flokkar 2019
 


Sørvágs Skúli - bronsu í skúlaflogbólti fyri 3. flokkar 2019