4. flokkarnir: Tofta Skúli Føroyameistari 2019
Týsdagin 26. mars 2019 gjørdist Tofta skúli føroyameistari í flogbólti fyri 4. flokkar.
Vinnarin varð funnin í Høllini á Hálsi, tá økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið.
Tilsamans vóru 194 børn við, sum vóru býtt upp í 45 lið.
Nr. 1. gjørdist Tofta Skúli,
2. Gøtu Skúli
3. Sørvágs Skúli.
4. Skúlin á Løgmannabreyt í Hoyvík
5. Skúlin í Trongisvági
6. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík
7. Eiðis Skúli
8. Vestmanan Skúli
Tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum.
Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum og venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið, og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin.
Ovasta myndin er frá skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Myndir av nr. 1 - 3 eru niðanfyri.
Tofta Skúli - gull í skúlaflogbólti fyri 3. flokkar 2019
Gøtu Skúli - Silvur í skúlaflogbólti fyri 4. flokkar 2019
Sørvágs Skúli - bronsu í skúlaflogbólti fyri 4. flokkar 2019