Úrslit frá FM-finalunum í Trongisvági
Frá sunnudegnum 12. mars 2017:
---------------------------------------------
Fleyr føroyameistari í D12
Fleyr vann í dag FM-heitið fyri dreingir 12 ár, tá ið teir í høllini í Trongisvági vunnu 2-0 á SÍ.
Settini endaðu 25-11, 26-24.
Niklas Niclassen, hálparvenjari, Jógvan Gøthe Magnusson, Petur Ziska Jacobsen, Hørður Joensen, Eyðfinn Rajani Færø, Matthias Rajani Ziskasen, Boas á Lakjuni, Svend Jacobsen, venjari.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Bjarni Joensen (høgrumegin) og hjá Fleyr var tað Eyðfinn Rajani Færø.
Steyp og heiðursmerki vórðu handað av Peter Morell ungdómsmennara hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Hjartaliga til lukku til Fleyr við gullheiðursmerkjunum og SÍ við silvurheiðursmerkjunum.
SÍ føroyameistari í G12
SÍ vann í dag FM-heitið fyri gentur 12 ár, tá tær í høllini í Trongisvági vunnu 2-1 á KÍF. Settini endaðu 25-6, 16-25 og 15-7.
TB, føroyameistari 2017 í G12
Aftast frá vinstru: Rannveig Rós Joensen, Tanja Falvard, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Tóta Búadóttir, Sofía Weihe Simonsen, Bárða Jansdóttir, Fríða Haraldssen, Kristina Dánjalsdóttir Gásdal, Laila Wentzilsdóttir Mouritzen. Fremst frá vinstru: Maria Magnussen, Anja Sólja Niclassen, Elin Tórbjørnsdóttir, Lisa Haraldssen, Laura Skov Weihe.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Malan Maria í Haraldstovu Weihe (høgrumegin) og hjá KÍF var tað Kristianna Bartalsdóttir.
Steyp og heiðursmerki vórðu handað av Otto Leo Gram frá TB-flogbólti.
Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til KÍF við silvurheiðursmerkjunum.
Frá leygardegnum 11. mars 2017:
---------------------------------------------
TB føroyameistari í G16
Eftir at SÍ í dag hevði vunnið 5 FM-heiti, varð farið undir seinasta dystin í kvøld í høllini í Trongisvági. Hesin var millum SÍ og heimaliðið TB.
TB var við í steypafinaluni fyri 14 døgum síðani, og tá taptu tær tepurt ímóti Fleyr. Men í dag skuldi verða annarleiðis.
Í stúgvandi fullari høll av tvørafólki og sørvingum, var loftið til tíðir við at fara av høllini – serliga í øðrum setti, sum TB vann 31-29.
TB kom sera væl frá byrjan og vann fyrsta settið heili 25-8, og var tað serliga frálíku servurnar hjá Halldis Michelsen, sum gjørdi munin. Hon servaði frá 8 stigum og helt upp á 19 stig.
Annað settið gjørdist ein sannur gýsari, har liðini skiftus um at vera frammanfyri við endan á settinum, men tað eydnaðist TB at vera omaná, og vunnu tær sum sagt 31-29.
Í triðja settið riggaði alt hjá SÍ, meðan alt steðgaði upp hjá TB. SÍ vann hetta settið 25-14.
Við spenningi var farið undir 4. settið – liðini fylgdust frá byrjan, men so tók TB um endan og vann trygt 25-18.
Settini endaðu 25-8, 31-29, 14-25 og 25-18.
TB, føroyameistari 2017 í G16
Aftast frá vinstru: Suni Yong Petersen, venjari, Johanna Kristiansdóttir, Jóhanna Stórhamar, Halldis Michelsen, Súsanna Vestergaard, Sára Johansen, Otto Leo Gram, venjari. Fremst frá vinstru: Nancy Einarson, Jórunn Viderø, Rakul Joensen, Kristin Højsted, Jónhild Nybo.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Guðrun Kruse (høgrumegin) og hjá TB var tað Halldis Michelsen.
Steyp og heiðursmerki vórðu handað av Søren Bruun frá Suðuroyar Sparikassa.
Hjartaliga tillukku til TB við gullheiðursmerkjunum og til SÍ við silvurheiðursmerkjunum.
SÍ føroyameistari í D14
SÍ gjørdist føroyameistari í dreingjum 14, tá teir vunnu ein tryggan 3-0 sigur á TB-flogbólti.
Settini endaðu 25-15, 25-12, og 25-18.
SÍ, føroyameistari 2017 í D14
Aftast frá vinstru: Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe, Hjørtur Joensen, Jógvan Kári Birgirson Lauritsen, Ari í Haraldstovu Petersen, Julian Vest Niclassen. Fremst frá vinstru: Tóki Joensen, Bjarni Joensen, Bárður Heðinson, Steintór Birgison Lauritsen, Oddur í Haraldstovu Petersen.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Julian Vest Niclassen (vinstrumegin) og hjá TB var tað Nicolaj Johannesen.
Steyp og heiðursmerki vórðu handað av Dianu og Tóka Niclassen frá Alval.
Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til TB við silvurheiðursmerkjunum.
SÍ føroyameistari í G14
SÍ gjørdist føroyameistari í gentum 14, tá tær vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Fleyr. Fleyr var væl við í fyrsta setti, men so var tað SÍ, sum vísti, at FM-heitið skuldi til Sørvágs. Settini endaðu 25-21, 25-12, og 25-14.
SÍ, føroyameistari 2017 í G14
Aftast frá vinstru: Hallgerð Haraldssen, Turið Búadóttir, Malan Maria Weihe, Inga Henriksen, Eva Gunn Niclassen, Guðrun Kruse. Fremst frá vinstru: Sissal Haraldssen, Sólfríð Poulsen, Rannveig Rós Joensen, Josefina Eliasdóttir, Katrin Henriksen
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Inga Henriksen (vinstrumegin) og hjá Fleyr Hanna Iansdóttir Biskopstø.
Steyp og heiðursmerki vórðu handað av Alvi Mortensen frá Tvøroyrar Kommunu.
Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til Fleyr við silvurheiðursmerkjunum.
SÍ føroyameistari í mansunglingum
Tað gjørdist ein spennandi finala í kappingini hjá mansunglingum. Fleyr vann steypafinaluna fyri 14 døgum síðani 2-1, men hetta vildi SÍ annaðleiðis í dag, tá teir vunnu 3-1 í einum væleiktum dysti. SÍ vann dystin 3-1 við settmuninum 25-19, 22-25, 25-20 og 25-23.
Í seinasta settinum leikaði hart á hjá SÍ, men teir megnaðu at standa ímóti trýstinum, og vunnu 25-23 og harvið FM-heitið 2017.
SÍ, føroyameistari 2017 í mansunglingum
Aftast frá vinstru: Jón Weihe Simonsen, Sigurð E. Tórfinnsson, Hjørtur Joensen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Kasper Lorenzen. Fremst frá vinstru: Ragnar Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Ari í Haraldstovu Petersen, Teitur Anderson, Julian Vest Niclassen.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Julian Vest Niclassen (høgrumegin) og hjá Fleyr John Arne Elisson Wang.
Steyp og heiðursmerki vórðu handað av Andras Djurhuus frá Tryggingarfelagnum Føroyum.
Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til Fleyr við silvurheiðursmerkjunum.
SÍ føroyameistari í kvinnuunglingum
Tað gjørdist ein greiður FM-sigur til SÍ á ÍF í finaluni hjá kvinnuunglingum, hóast tað var eitt sera spennandi fyrsta sett. Sí vann dystin 3-0 við settmuninum 27-25, 25-18, 25-8.
Í fyrsta setti var ÍF á odda 25-24, men so steðgaði upp, og SÍ megnaði at vinna settið 27-25. ÍF kom ikki rættuliga fyri seg eftir hetta, og serliga var tað servitrýstið hjá SÍ, sum gjørdi munin. Og serliga í 3. setti vísti SÍ sína styrki, við at vinna 25-8.
SÍ, føroyameistari 2017 í kvinnuunglingum
Aftast frá vinstru: Maria Sarita Lorentsen, Turið Búadóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Tórun Johnsdóttir Kruse, Sissal Ellefdóttir, Juan Johnsdóttir Kruse, Eva Gunn Niclassen. Fremst frá vinstru: Guðrun Johnsdóttir Kruse, Mona Poulsen, Katla Henriksen, Eyðvør Thorbjarnardóttir, Inga Helena Henriksen.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Sissal Ellefsdóttir (vinstrumegim) og hjá ÍF Eyðgerð Hansen.
Steyp og heiðursmerki vórðu handað av Boga Johannsen frá Varðin Pelagic.
Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til ÍF við silvurheiðursmerkjunum.
SÍ føroyameistari í dreingjum 16
Tað gjørdist ein greiður FM-sigur til SÍ sum vann á Fleyr í finaluni hjá dreingjum 16. Sí vann dystin 3-0 við settmuninum 25-18, 25-16, 25-13.
SÍ var omaná í báðum teimum fyrstu settunum, men í byrjanini av triðja setti kom Fleyr best frá byrjan, og var á odda fram til 8-7, men so steðgaði upp, og SÍ dreingirnar vístu sína styrki og vunnu settið 25-13.
SÍ, føroyameistari 2017 í D16
Aftast frá vinstru: Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe, Hjørtur Joensen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Ari í Haraldstovu Petersen. Fremst frá vinstru: Tóki Joensen, Bárður Heðinson, Jógvan Kári Birgirson Lauritsen, Steintór Birgirson Luritsen, Julian Vest Niclasen.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan.
Besti leikari hjá SÍ var Julian Vest Niclasen (høgrumegin) og hjá Fleyr Dávið Hentze .
Steyp og heiðursmerki vóru handað av Anitu Farstad frá Kantinuni í Skúlanum í Trongisvági.
FBF ynskir SÍ hjartaliga til lukku við gullheiðursmerkjunum og Fleyr við silvurheiðursmerkjunum.