FM-finalur, kvinnur: Tað fær illa verið meira spennandi
Sjálvt um tað eru 13 stig á muni á stigatalvuni, so vísti seinasti dysturin í landskappingini, og steypafinalan gav eisini sínar ábendingar, at FM-finalan í kvinnukappingini saktans kann gerast ein opin og spennandi dystur
Tað liggur til, at sørvingar skulu vinna sítt fjórða meistaraheiti, tá landskappingin í kvinnuflogbólti skal avgerast nú um páskirnar.
Finalurnar vera avgreiddar við tveimum dystum, sum vera leiktir í Høllini á Hálsi nú um páskahalguna, og verður tað so, at liðini vinna hvør sín dyst, so spæla liðini eitt avgerandi gullsett fyri at finna útav, hvør skal vera føroyameistari.
Og tað er als ikki óhugsandi, at talan kann fara at gerast um eitt avgerandi gullsett, fyri at vit skulu finna útav, hvør skal vera føroyameistari í kvinnuflogbólti 2021.
Hyggja vit gjøgnum kappingina í ár, so sær tað út til, at vit hava ein greiðan favoritt. SÍ hevur havt eitt rættiliga gott kappingarár, har tær bara hava tapt tann eina dystin. Tær hava spælt 15 dystir og tær hava vunnið 14 av teimum. Tað, sum er merkisvert við SÍ í ár er, at tær bara hava tapt 11 sett tilsamans. Og hava vit so tað í huga, at trý av teimum komu í tí seinasta dystinum, so hava sørvágskvinnur bara tapt átta sett í 13 dystum. Tað vil siga umleið eitt sett í øðrum hvørjum dysti. Tað vísir eitt sindur, hvussu sterkt liðið er.
Taka vit so Drátt, so eru tølini ikki líka vøkur, sum tey eru hjá SÍ, men liðið úr Vága kommunu er átta stig frammanfyri nummar trý, og tað vil siga, at tað ikki er nakar ivi yvirhøvur um, hvør var nummar tvey í landskappingini í ár.
Tá talan so er um somu lið, sum vóru í steypafinaluni í ár, so er veruliga talan um tað besta, sum føroyskur kvinnuflogbóltur hevur at bjóða uppá beint nú.
Tað sóu vit eisini í steypafinaluni, har sørvingar at enda sigraðu. Men júst hesin dysturin vísti eisini, at SÍ er til at tosa við, um tú ert til dystin fús, og tað var Dráttur í byrjanini av steypafinaluni.
At SÍ so kom afturíaftur móti endanum av dystinum, vísir bara, hvussu sterkt liðið er, og at Dráttur-leikararnir mugu konsentrera seg allan dystin á tamb.
Tað kunnu tær, tað prógvaðu tær í seinasta landskappingardystinum millum liðini í ár, og tá prógvaðu tær eisini, at tær tola at tapa fyrsta sett og kortini koma afturíaftur.
Hvussu tað fer at hilnast, ber sjálvandi ikki til at siga, men tað kann saktans gerast talan um ein góðan og spennandi enda av kappingarárinum hjá kvinnunum.
Kvinnufinalurnar verða spældar skírisdag 1. apríl og leygardagin 3. apríl klokkan 15 og mansfinalurnar somu dagar klokkan 18. Hendan er millum ÍF og Mjølnir.