Ljóðbrot og myndir frá FM-finalunum 2018

Her á síðuni hava vit savnað saman leinki til myndir á ymsum portalum og ljóðbrot frá Rás2:

Fyrst ljóðbrotini á Rás2:
------------------------------------
Soleiðis ljóðaði tað á Rás2, tá Fleyr vann FM
Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá frásøgumaðurin Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Sofía Purkhús var viðmerkjari, og hon tók eisini samanum finaluna. 

Gullprát og steypahandan til Fleyr
Hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar og venjara hjá Fleyr. Á upptøkuni hoyrist eisini røðan Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt umframt steypahandanin.
Á ljóðfíluni hoyrist í hesari raðfylgjuni:
1) Samrøða: Anja Danielsen
2) Samrøða: Katrin Petersen
3) Samrøða: Anna Sára L. Skaalum
4) Røða: Annika Olsen
5) Steypahandan
6) Samrøða: Hanna Biskopstø
7) Samrøða: Kristian Mikkelsen, venjari
 

Óluva Mohr: KÍF reisti seg leikliga í dag
Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Óluvu Mohr hjá KÍF. Hóast tað aftur gjørdist talan um eitt 0-3 tap í seinnu FM-finaluni, so er Óluva Mohr fyri ein stóran part leikliga væl nøgd. Óluva Mohr heldur, at í fyrsta og øðrum setti prógvaði KÍF, at tær duga væl at spæla flogbólt, men samlað gjørdist talan um eitt samlað tap ímóti liðnum, sum er greitt tað besta liðið í kappingini í ár.


Soleiðis ljóðaði tað á Rás2, tá ÍF vann FM
Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá frásøgumaðurin Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Jens Heri Bolstad Mortensen var viðmerkjari, og hann tók samanum finaluna.
 

Gullprát og steypahandan til ÍF
Hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við fegnar FM-vinnarar hjá ÍF.
Á ljóðfíluni eru samrøðurnar í hesari raðfylgjuni:
1) Samrøða: Hjørtur Eliasen
2) Samrøða: Meinhard L. Mohr
3) Samrøða: Bjarni Larsen
4) Røður: Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu
5) Steypahandan
6) Samrøða: Magnus Tausen, formaður í FBF
7) Samrøða: Bartal Eliasen, ið væntar, at hetta var seinasta kappingarárið, men hann torir ikki at lova tað.

 

Mjølnir gjørdi sítt ítarsta, men tað rakk ikki
Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jón Syderbø hjá Mjølni. Jón Syderbø mátti út við skaða, og tað hjálpti avgjørt ikki Mjølni. Jón Syderbø heldur tó, at teir megnaðu fyri størsta partin at geva ÍF ein skarpan gang, men staðfestir, at serliga í fjórða settið blivu teir slignir í gólvið av ÍF. Mjølnir gjørdi sítt ítarsta, men tað rakk ikki. Hóast samlaða 3-6 tapið í báðum FM-finalunum, staðfestir Jón Syderbø, at talan var um eina jaliga uppliving í góðum umstøðum í báðum FM-finalunum. 



Myndir frá ymsum portalum:
----------------------------------------

http://jn.fo/myndir+fleyr+er+fmvinnari+2018.html
http://jn.fo/myndir+if+er+fmvinnari+2018.html

http://portal.fo/myndir+if+mjolnir.html
http://portal.fo/myndir+fleyr+kif+30.html

http://www.in.fo/gallery-single/
http://www.in.fo/gallery-single/?
http://www.in.fo/myndasavn/album/?
http://www.in.fo/myndasavn/album/?
 


Haraftrat ber til at síggja dystirnar umaftur á Youtube:
Fyrri finaludagur
Seinni finaludagur