Avgerðin: Seinnu FM-finalurnar í Føroya Tele-deildini leygardagin 29. apríl í høllini á Hálsi

Leygardagin 29. apríl verða seinnu FM-finalurnar í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum og monnum spældar í høllini á Hálsi í havn.

Kvinnur:
Kl. 14:00: SÍ - Fleyr
SÍ vann fyrru finaluna 3-0. Tað merkir, at vinnur SÍ aftur, so er SÍ føroyameistari. Men vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15. 

Menn: 
Kl. 17:00: Mjølnir - Fleyr
Mjølnir vann fyrru finaluna 3-0. Tað merkir, at vinnur Mjølnir aftur, so er Mjølnir føroyameistari. Men vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15. 

Atgongumerki:
Atgongumerki, sum eru galdandi fyri báðar finalurnar, kosta 100 kr. 
Fyri 16 ára gomul og yngri er ókeypis atgongd

Dystirnir verða vístir beinleiðis á Rás1 í Televarpinum og stroymdir á https://sg.tv.fo/ras/

Niels Petersen verður frásøgumaður. 

Best er tó at síggja dystirnar í høllini :-)