Føroyameistari í skúlaflogbólti fyri 3. flokkar finnast
(Endurhoyrið eisini prátið um Flogbørn í SportBoxini á FM1 fríggjadagin)
Mánadagin 25. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 3. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi á Havn.
Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum í skúlaflogbólti runt alt landið.
Til samans 8 kappingar hava verið, har skúlar frá ymiskum økjum hava verið savnaðir til kappingar, og tað eru vinnararnir av hesum økiskappingunum, sum nú møtast í Havn mánadagin.
143 næmingar og 35 lið
Samanlagt verða tað 143 næmingar sum møtast, og sum koma at spæla á 35 liðum - øll spæla við og eingin situr uttanfyri - og er hetta eitt av høvuðsendamálunum við Flogbørnum, siga Anna og Peter í stuttari viðmerking.
Leirvíkar skúli hevði eisini tryggja sær rætt til finalurnar, men Leirvíkar skúli hevur givið avboð - tískil verða bert 7 skúlar við og ikki 8, sum upprunaliga ætlað.
Skúlarnir verða hesir:
3. flokkar: |
Næmingar |
Lið |
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík |
22 |
6 |
Eiðis skúli |
13 |
3 |
Skúlin á Løgmannabreyt |
49 |
12 |
Skála skúli |
10 |
2 |
Kollafjarðar skúli |
12 |
3 |
Skúlin í Trongisvági |
22 |
5 |
Sørvágs skúli |
15 |
4 |
---- | ---- | |
143 |
35 |
Byrjað verður í Høllin á Hálsi klokkan 10.00, og spælt verður til klokkan 13.00, tá Føroyameistarin er funnin fyri 3. flokkarnar.
Inni á in.fo kunnu tit endurhoyra brotið úr SportBoxini á FM1 fríggjadagin, har Óli G. Samuelsen prátaði við Vuk Karanovic frá evropeisku flogbóltssamgonguni CEV um Flogbørn.