Silvurligan, menn: Føroyar - Kýpros

Taptu, men hava møguleika fyri uppreisn í morgin

Silver League, menn:
Føroya - Kýpros 0-3 (22-25, 15-25, 19-25)

Føroysku flogbótlsmenninir byrjaðu sína Silver League kapping í kvøld í móti Kýpros. Tað bleiv til eitt 3-0 tap, men við møguleika fyri uppreisn í morgin.

Nakað av spenningi var undan fyrsta dystinum í kvøld í Silver League hjá monnum, har Føroyar tóku ímóti Kýpros. Lítil munur var á liðunum í styrkismetingunum hjá CEV, men á vøllinum var munurin nakað størri. Føroyar taptu 0-3, men munurin í settunum var ikki so stórur, og spenningur var fyri tað mesta í dystinum.

Tað var rættuliga sjónligt, at føroyska liðið ikki leikar nóg nógvar landsdystir, og høvuðstrupuleikin var, at botnstigið í føroyska verjuleikinum var ov lágt, og at Kýpros ov lættliga kom til stig. Hetta var serliga sjónligt við nógvum vánaligum servumóttøkum. 

Í øllum trimum settunum kom Kýpros rættuliga langt framum í byrjanini av settunum, og síðani skuldi føroyska liðið berja seg innaftur í dystin. Hetta eydnaðist væl í fyrsta og síðsta settinum, sum tó ikki koppaðu til føroyskan fyrimun.

Leikarin, sum vann Føroyum flest stig í kvøld, var Ólavur Johannesen við 9 stigum.

Føroyar leika aftur ímóti Kýpros kl. 19 týskvøldið, og um Føroyar vinna tann dystin, er enn møguleiki fyri at leika seg víðari í Silver League-kappingini.

Myndir frá dystinum síggjast á Facebook her!

📊Hagtøl frá dystinum:

📍Stig fyri stig: https://www.cev.eu/match-centres/cev-volleyball-european-silver-league-2023/cev-volleyball-european-silver-league-2023-men/msla-01-faroe-islands-v-cyprus/?fbclid=IwAR0oy3Iscon-saDNlL6ve4V2TaYGg8l55io_XAmwSEvgRBqF18CFyasmy7w

📍Ymisk lið- og leikararhagtøl: https://www.cev.eu/match-centres/cev-volleyball-european-silver-league-2023/cev-volleyball-european-silver-league-2023-men/msla-01-faroe-islands-v-cyprus/?fbclid=IwAR0sc5Cl_QHhLg3frSx7sUy1SYfkXQnGgP0YVo51fh8esNCXTn5zjaB1fyI#statistics

📍Dysturin í tølum: https://www.cev.eu/match-centres/cev-volleyball-european-silver-league-2023/cev-volleyball-european-silver-league-2023-men/msla-01-faroe-islands-v-cyprus/?fbclid=IwAR0D1KnROMOFPl5td8c-W5iUjbUZJoJhoOQ0rHG1iylVC5mGDaUAViQB1EQ#report