Meistaradeildirnar verða Føroya Tele-deildirnar

Í steðginum millum stórsteypadystirnar í flogbólti í gjár, har Mjønir vann hjá monnum og SÍ hjá kvinnum, undirskrivaðu FBF og Føroya Tele eina avtalu.
 
Avtalan hevur við sær, at meistaradeildirnar í flogbólti nú verða nevndar Føroya Tele-deildirnar.
Tað vóru Eva Skeel Nolsø, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele og Peter Holm, formaður í FBF, sum undirskrivaðu avtaluna. 
 
Avtalan hevur við sær, at meistaradeildin hjá kvinnum nú verður nevnd Føroya Tele-deildin fyri kvinnur og meistaradeildin hjá monnum nú verður tll Føroya Tele-deildin fyri menn.
 
Avtalan er fyribils galdandi næstu tvey árini.