Fundur um ungdómsarbeiði og Kidsvolley
Hóast nógv orka hevur verið brúkt til HM/EM kappingina, sum var í Havn í seinastu viku, so er Flogbóltssambandið longu farið í gongd við fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
Enn størri dentur verður lagdur í ungdómsarbeiðið, og sunnudagin 5. juni verður fundur við øll feløgini um Kidsvolley, og ætlaninar fyri komandi árini.
Fundurin verður á Sendistovuni í Jóanesar Paturssonargøtu, og øll feløgini eru innkallað, umframt at Kidsvolley venjararnir eru innkallaðir.
Á fundinum verður eisini Peter Morell, sum starvast hjá Danska Flogbóltssambandinum sum “Bredde- og Udviklingschef.
Peter Morell er væl kendur í Føroyum, og hevur í fleiri umførum verið skeiðleiðari hjá Flogbóltssambandinum.
Á fundinum fer FBF at siga frá sínum ætlanum, eins og Peter Morell fer at greiða frá sínum royndum og tilmælum til framtíðina.